Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Lætt & Leskiligt 4 løgd fram leygardagin

John William Joensen

Bókin nummar 4 í røðini hjá Jóhannu á Tjaldrarfløtti og Elisabeth Akursmørk varð løgd fram á samkomu í Bakarrínum hjá Jórun leygardagin. At tað framhaldandi er ein avbjóðing at geva út bøkur um matgerð er fyrst og fremst tí at rávørurnar allatíðina broytast, søgdu rithøvundarnir m.a.

Bókin nummar 4 í røðini hjá Jóhannu á Tjaldrarfløtti og Elisabeth Akursmørk varð løgd fram á samkomu í Bakarrínum hjá Jórun leygardagin. At tað framhaldandi er ein avbjóðing at geva út bøkur um matgerð er fyrst og fremst tí at rávørurnar allatíðina broytast, søgdu rithøvundarnir m.a..

Í nýggju bókini eru 84 leskiligar og heilsugóðar uppskriftir. Uppskriftir til breyð og bollar, súpanir, forrættir og smárættir, høvuðsrættir, salat og nátturðarættir, afturvið og omaná. Í bókini eru eisini mát og vekt og tey 10 kostráðini.

Reyði tráðurin í hesi bókini er sum í undanfarnu Lætt & Leskiligt bókunum. Vit hava raðfest, at uppskriftirnar eru fjølbroyttar, spennandi, sunnar og lættar at gera. Okkum dámar sera væl at ferðast, so íblástur úr útheiminum hevur eisini fingið sítt pláss í nýggju bókini, søgdu rithøvundarnir m.a.

Sí Video og myndir

Framløga av bókini “Lætt & Leskiligt – 4’arin” from Norðlýsið on Vimeo.

Harleyfacadeacryl