Video og myndarøð: Konsertin hjá Frændur á Vágsbøi á Summar Festivalinum vísti seg at vera tann seinasta á Vágsbøi í ár. Og teir royndu tónleikararnir ”leveraðu vøruna”, og gott lag var á fólki til hesa konsertina leygarnáttina. At Frændur ikki bara hevur ”eldri fjepparar” sást væl millum tey, sum stóðu fremst, tí ungi áhoyraraskarðin var eisini væl umboðaður, sum videobrotini niðanfyri vísa.




