Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Video: Onki er sum fótbóltur á Viðareiði

Danial Viðoy

… eitt summarkvøld. – 14 mans hava í kvøld dystast. Norðlýsið hevur fingið fatur á video-upptøkum frá dystinum.

… eitt summarkvøld. – 14 mans hava í kvøld dystast. Norðlýsið hevur fingið fatur á video-upptøkum frá dystinum.

Tað er gerandiskostur at spæla fótbólt á Viðareiði á sumri. Og tað er eitt satt upplivilsi hvørja ferð menn fara tuskandi eftir bóltinum. Úr hesum stinga nógvar góðar og ikki sørt margháttligar støður seg upp. Mangar eru farnar aftur við borðinum uttan nakra skjalaprógvan, men nú tykist vera komin vend í.

Norðlýsið hevur verið so heppið, at tað er eydnast at fáa fatur á sjónbandaupptøkum frá Viðareiðis-fótbóltinum í kvøld. Tað eru rættiliga nógvir fótbóltsdystir leiktir á Viðareiði millum ár og dag, men tað mugu vera fáir dystir, sum eru so væl skjalprógvaðir sum hesin.

Hugurin á Viðareiði hevur altíð verið góður at spæla fótbólt, og er hann ikki minni góður nú, tá ið allir pílar hjá KÍ peika rættan veg, og EM-fótbóltur er á skránni.

Mangan eru menn farnir drønandi norður ein sunnudag eftir dyst á Djúpumýru; men bert um KÍ hevur vunnið. So tit kunnu ætla at summarið hevur verið fótbóltsdrúgt.

Vit kippa orðini og lata lívligu myndirnar tala: