Eivindur Eyðunsson vísir her, hvussu skjótt tað er at royta eina ær við dagsins umstøðum.
Eivindur Eyðunsson vísir her, hvussu skjótt tað er at royta eina ær við dagsins umstøðum.
Mikudagin vóru tey á fjalli í Innistovuhaganum, nú áseyðaroyting er á skránni. Umstøðurnar við at royta seyð hava broytt seg nógv gjøgnum árini. Tí ikki eru tað so nógv ár síðani, at seyðurin bleiv bundin niður, har fólk síðani royttu við knívi. Í dag er tað komið so langt, at tað ber til at royta ein seyð við fullari ull uppá minni enn ein minutt. Tað ber til, um ein hevur útgjørda roytimaskinu og rætta teknikkin.
Eivindur Eyðunsson av Trøllanesi roytti nógvar ær í Innistovuhaga mikudagin og Norðlýsið slapp at taka video av, meðan hann roytti einu ærina. Tað tók 55 sekund at royta ærina! Sí video niðanfyri.
Royting í Innistovu 2017 – Eivindur Eyðunsson from Norðlýsið on Vimeo.




