Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Segði Løgmaður ósatt fyri Føroya Fólki?

John William Joensen

Tá sjálvstýrisflokkurin tók seg úr samgongusamráðingunum, var ein orsøk sambært formanninum í Sjálvstýrisflokkinum at samgongan hevði tikið avgerð um at øll loyvi skuldi um eina uppboðssølu. Hetta avvísti Aksel V. Jóhannesen í Degi og Viku.

Tá sjálvstýrisflokkurin tók seg úr samgongusamráðingunum, var ein orsøk sambært formanninum í Sjálvstýrisflokkinum at samgongan hevði tikið avgerð um at øll loyvi skuldi um eina uppboðssølu. Hetta avvísti Aksel V. Jóhannesen í Degi og Viku.

Í somu sending segði Kristin Michelsen at man undir samgongu samráðingunum var samdur um …. Fyri at fáa eina nýskipan at seta henda bólkin, sum skuldi í dialog við vinnuna….. og Kristin Michelsen gjørdi greitt at hóast hann var ímóti eini uppboðsølu, so fór hann at atkvøða fyri um nýskipanarnevndin mælti til eina slíka skipan tá arbeiði hjá nevndini varð liðugt.

Í vikuskiftinum skrivar nevndin at hon á fundi við Høgna Hoydal fekk greitt at vita at hon ikki kundi viðgera aðrar skipanir enn eina uppboðsølu.

Brot úr hoyringsskrivi, sum nevndin sendi út um vikuskifti:

”…..Harumframt hevur nevndin á fundi við landsstýrismannin fingið staðfest, at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu. Eisini hevur landsstýrismaðurin gjørt greitt, at skipanir við søguligum rættindum, tilfeingisgjøldum ella ‘beauty contest’ ikki eru í samsvari við arbeiðssetningin. Tilmælini byggja tí á ta fyritreyt, at uppboðssøla skal vera av øllum rættindum. Nevndin hevur tí ikki viðgjørt spurningin, um uppboðssøla skal vera ella ikki….”