Daguriní dag er ein góður dagur, tí í dagfara vit undir eina nýggja tænastu her í Klaksvíkar kommunu segði Jógvan Skorheim borgarstjóri.
Daguriní dag er ein góður dagur, tí í dagfara vit undir eina nýggja tænastu her í Klaksvíkar kommunu segði Jógvan Skorheim borgarstjóri.
RØÐA:
Í dagfara vit undir eina nýggja tænastu her í Klaksvíkar kommunu. Hetta er ein tænastu, sum vit eru sera fegin um at kunna bjóða okkara yngstu borgarum.Og hetta er samstundis ein skylda, sumvit vilja viðurkenna, og ein ábyrgd,vit nú taka á okkum. Í dag rætta vit eina hjálpandihond út til børn við serligum avbjóðingum, og vit vita, atnakað gott ferat koma burtur úr hesum.
Í Dagstovnalógini verður gjørt greitt, at allar kommunur hava skyldu at veita børnum við serligum tørvi tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn í kommununi. Vit skulu eisini veita nøktandi hølisumstøður og nøktandi námsfrøðilig tilboð. Og sjálvandi skulu vit tað, havi eg hug at siga.Einki skuldi verið meira natúrligt.Vit eiga í nógv størri mun,enn vit áður hava gjørt,at hava allar okkara borgarar við í tí, sum vit geraher í samfelagnum– eisini fólk við serligum avbjóðingum.Tíbetur eru vit vorðin meira tilvitað um at innrætta samfelagið, so at tey, ið hava serligan tørv, í størri og betri mun kunnu verða við í samfelagnumog kunnu fáa neyðugar tænastur.Onkur vildi sagt, at tað er fittur teinur eftir á mál, og tað er eisini rætt, men ein dag sum í dag eiga vit at fegnast um, at vit taka eitt stórt fet rætta vegin.Vit lata núupp serstovuna PERLUNA her í Barnahúsinum Margit, og eg meti tað so eitt stórt frambrot, at býráðið samtyktiat veita eitt ítøkiligt tilboð og samskipa tænastuna á hesum týðandi øki. Endamálið við PERLUNI er at savna vitan og starvsfólk við góðum førleikum, soleiðis at børnini við serligum tørvi – og tað eru tey, sum skulu verða í miðdeplinum her – kunnu fáa ta best møguligu hjálpina at mennast.Eg ivist ikki í, at PERLAN verður væl móttikin her í húsinum, og eg eri eisini vísur í, at dugnalig starvsfólk fara veruliga at gera mun á hesari stovuni.
Eg vil ynskja okkum øllum til lukku við hesi nýggju serstovuni og ynskja øllum eina mennandi framtíð her í PERLUNI. Ikki minst teimum, sum alt snýr seg um – børnini við serligum avbjóðingum. Hjartaliga til lukku við PERLUNI –og góða eydnu við arbeiðnum herTakk fyri!
VIDEO _ BÁRÐUR LYDERSEN




