KÍ leikararnir fegnaðust saman við teimum 1.136 KÍ fjepparunum eftir at dómarin hevði bríksla fyri seinastu ferð. KÍ er víðari og skal leika móti Zalgiris úr Litava.
KÍ hertók Gundadal í dag, tá størsta avrik í Evropa-søgu felagsins gjørdist veruleiki. KÍ vann 2-1 móti Birkirkara FC og tryggjaði sær sostatt víðari luttøku í Evropa League.
KÍ skal spæla móti Zalgiris úr Litava. Dystirnir verða ávíkavist 12. juli og 19. juli
Sí løtuna beint eftir dystin, tá KÍ hevði tryggjað sær víðari luttøkuna.
KÍ 2 – 1 Birkirkara FC from Norðlýsið on Vimeo.



