Ummæli av bókini Úrmælingur í 20. øld, sum Líggjas í Bø hevur skrivað um Óla Jákup Jacobsen ella Óla Jákup millum Garðarnar, sum hann varð nevndur.
(RED: Niðanfyri prenta vit røðuna sum Jóannes Hansen helt í Skúlanum við Ósánna Kristihimmalferðardag)
Ummæli av bókini Úrmælingur í 20. øld, sum Líggjas í Bø hevur skrivað um Óla Jákup Jacobsen ella Óla Jákup millum Garðarnar, sum hann varð nevndur.
Háttvirda samkoma!
Nú eru tað nakrar vikur síðani, at Líggjas, skyldmaðurin, ringdi, og spurdi, um eg kundi lesa handritið til bókina um Óla Jákup og skriva eitt ummæli um bókina.
Meðan eg las, so poppaðu tveir menn upp, sum vóru uppi á døgum fyri umleið hálvt annað hundrað árum síðani, og sum eiga sín part í, at vit eru savnað her í dag. Teir vóru vanligir bygdamenn her í Norðoyggjum. Eftirkomarar teirra eru nógvir, og aftur til teir báðar hava nógv samband, sum eru her í dag.
Annar er Gøtu Jákup, pápi Óla Jákup. Hann var ættaður úr Norðragøtu og giftist Malenu Ziska, sum var dóttir Kristoffur Ziska í Gerðum. Hon var fødd í 1861 og doyði í 1930.
Gøtu Jákupvar føddur í 1851 og doyði í 1935. Hann búði millum Garðarnar, har hann hevði trøð. Nú hava eftirkomarar hansara trøðna – hjá Ziska omanfyri vegin og hjá Markusi niðanfyri vegin.
Í bókini kunnu vit lesa um Gøtu Jákup, og hvussu hann stríddist og forsyrgdi sær og sínum við at velta og rógva út og vera í grind og so víðari, hóast hann hevði træbein.
At tað eitur millum Garðarnar kemst av, at hetta jarðarstykkið, sum hoyrir til Oyrar, er millum garðin millum Gerðahaga og Oyrahaga og gamla bøgarðin úti á Oyri.
Malena og Jákup giftust í 1882, og tey fingu 9 børn:
Jákup,sum giftist Martu uttan av Bø í Svínoy og búsettist uppi á Heygum í Svínoy og varð nevndur Jákup uppi á Heygum.
Christoffur,sum giftist Malenu úr Niðristovu á Oyri. Tey búsettust á Vágsheygnum.
Jógvan millum Garðarnarella Bettu Jógvan, giftist Bettu og búsettist í Víkunum.
Óla Jákup,giftist Onnu Sofíu ættað uttan av Bø í Svínoy, búðu fyrst í Svínoy og seinni í Klaksvík.
Markus á Fløttinum,sum giftist Mariu Heinesen úr Kunoy. Tey búsettust á Fløttinum.
Sigga,sum giftist Sigmundi Mikkelsen úr Árnafirði. Tey búsettust á Fløttinum.
Oluffa,giftist Niclasi Niclasen. Tey búðu á Skúlatrøðni og seinni í Havn.
Ziska,giftist Hannu hjá Lamba Jóhan. Tey búsettust á Gerðareiði.
Hjalmar,giftist Sigrid. Tey búsettust í Víkunum.
Malena og Jákup fingu 9 børn, sum øll giftust og tilsaman fingu 56 børn.
Elsti sonurin Jákup uppi á Heygum var føddur í 1883, og Hjalmar, sum var yngstur, var føddur í 1903. Sum eg segði, so búsettust tey øll her í bygdini, og tey vóru við til at mynda hetta samfelagið, tá ið bygdin av álvara fór at vaksa. Nú eru tey øll farin.
Fleiri í næsta ættarliðnum eru eisini farin, men tað er hugaligt at síggja nøkur í næsta ættarliðnum her í dag, og eg síggi eisini eftirkomarar hjá teimum. Onkur veit kanska, hvussu nógvir teir eru.
Hin maðurin, sum eg hugsi um, og sum mong, ið eru inni her eru í ætt við, er Líggjas í Keldhúsinum í Hattarvík. Hann var føddur umleið 1835 ella eini 16 ár áðrenn Gøtu-Jákup. Eisini hann var útróðrarmaður og fekst við jarðarbrúk.
Líggjas fekk sær konu úr Svínoy. Hon æt Sigga og var ættað úr Eyðastovu. Tey giftust í 1860 og fingu seks døtur. Sigga doyði longu í 1872 ella tólv ár eftir, at tey vóru gift, og fleiri av døtrunum fóru út. Tann yngsta, Maria, doyði sum 11 ára gomul. Tann næstyngsta, Sunneva, giftist yvir á Kirkju við Sørin Pram. Vit komast við børn teirra, eitt nú Eliesar, pápa til Líggjas í Bø, sum eitur eftir abbanum í Hattarvík.
Birta Jóhannagiftist til Svínoyar við Jústinus niðri í Túvu. Millum børn teirra vóru Peter og Marianna, sum búðu í Svínoy, og Josefina, Sigga og Petra, sum allar búðu í Havn, og Inger sum búði í Svínoy og seinni í Havn.
Anna Sofíagiftist við Pól Jóhannes í Horni í Klaksvík. Tey fingu níggju børn, m. a. Bettu hjá Jógvan millum Garðarnar, Líggjas í Horni – abbi Vilhelm Johannesen – Malena hjá Dia í Funningsstovu í Havn, Gigga, sum var gift Jacob Andrias Petersen – tey búðu í Víkunum, Palli og Niels, sum eisini búðu í Víkunum, Sara sum giftist til Fuglafirðar við Edvard Jacobsen og Petra sum giftist til Havnar við Poul Johannes Hansen. Nógv av hesum hava aftur fingið nógvar eftirkomarar.
Cathrina Sofíagiftist við Jógvan Hansen í Eiðsvík og búsettist á Viðareiði. Døtur teirra vóru Súsanna Margretha, kona Julius á Viðareiði, og Sunneva Elisabeth, kona Mikkjal hjá Linu.
Og tann elsta var Anna Katrina.Hon tænti í bóndahúsinum Har heimi í Svínoy. Har møtti hon Jósupi Niclasen úr Køk í Havn, ið sum smádrongur var sendur norður til Svínoyar.
Tey giftust og búsettust úti á Bø. Hetta vóru foreldrini hjá Annu Sofíu, konu Óla Jákup. Akkurát sum hjá Gøtu Jákupi og Líggjasi í Keldhúsinum, so var Jósup útróðrarmaður, og eisini hann hevði eitt traðarstykki, sum hann velti.
Anna Katrina og Jósup fingu 7 børn:
Tummas,sum búði úti á Bø og fórst við Ernestinu í 1930,
Sigga,omma mín, sum giftist út á Toftir við Hanusi heima í Túni,
Líggjas,sum vaks upp hjá abbanum í Keldhúsinum, har hann giftist inn við Elsu Mariu, sum var av Kirkju,
Anna Sofíahjá Óla Jákupi,
Símun Petur,sum giftist uppaftur við Elsu Mariu, eftir at Líggjas var deyður av tuberklum. Tey búðu síðstu árini í Klaksvík, á neystaloftinum hjá Símuni hjá Póli og so hjá dóttrini Tórgerð og manni hennara Hjørleif Waag Høgnesen, sála,
Birita,sum var gift Jóannesi á Váli, skipara á Haraldi. Tey vóru foreldur Líggjas á Váli og systrar hansara
Niklassum doyði av tuberklum, meðan hann var ungur.
Nú rokni eg við, at eg havi nevnt upphavið hjá so mongum, sum eru inni her, og sum eru í ætt við Óla Jákup ella Annu Sofíu konu hansara.
Sum eg segði, so fann Óla Jákup fann sær konu í Svínoy. Hon æt Anna Sofía. Nógvu síni seinastu ár var hon rættuliga sjúklig, og hon doyði í 1939, tá ið yngsti sonurin var 12 ára gamal. Óla Jákup doyði í 1971, og harvið var hann einkjumaður í 32 ár.
Tey fingu sjey børn:
Jósup,sum búði á Ziskatrøð og var giftur Monu.
Malena ella Lena, sum var gift Hans í Beiti í Sørvági, har tey búðu.
Anna Kathrina,sum var gift Ova Heinesen og búði í Leirvík.
Lisa,sum var gift Mikkjal Petur úr Útistovu í Hattarvík. Tey búðu á Bumshamri.
Rasmus,sum var giftur Kristinu hjá Sámali í Leirvík. Tey búðu á Kósini.
Diana,sum var gift Esmari Hansen úr Mikladali. Tey búðu á Stongunum.
Kristoffur,sum var giftur Helenu, ið var úr Porkeri. Tey bygdu á Bumshamri, og tað var hjá teimum, at Óla Jákup búði seinastu 21 árini. Kristoffur er tann einasti av børnunum hjá Annu Sofíu og Óla Jákup, sum er eftir á lívi, og hann er her í dag.
Og so eri eg komin til ummælið av bókini. Tað er skrivað í ondini hjá Óla Jákupi, so eg skal gera skjótt av!
Altíð og alla staðni hava tað verið tey, sum hava verið roknað at vera øðrvísi enn hini. Soleiðis hevur tað eisini verið her heima hjá okkum. Hvussu originalarnir hava verið sæddir og vigaðir valdast tey, sum mettu um.
Tá ið hann framvegis var í góðum árum, vóru nakrir dagar á hospitalinum stór uppliving fyri verfaðir, Júst í Túni, tí har lá hann á stovu saman við Jørgeni Olsen úr Vági.
Felags fyri teir báðar var, at teir høvdu ógvuliga stóran alsk til náttúruna, at teimum dámdi so væl at eygleiða lívið í øllum sínum margfeldi, og at teir høvdu stóran hug, vilja og tráðan eftir at skilja náttúruna betri. Júst var bergtikin av tí, sum Jørgen segði honum og kendi seg uppmuntraðan og upplýstan av at hava ligið á hospitalinum saman við hesum í hansara eygum úrmælingi.
Nakað seinni hitti Júst ein, sum hann roknaði við kendi Jørgen væl. Hann greiddi honum frá um, hvussu fantastiska áhugavert tað hevði verið at hitta Jørgen. Honum kom dátt við, og hann kendi tað órímuligt, tá ið hesin svaraði, at hann kendi hesa ónyttuna, sum tað mesta av sínum lívi hevði gingið niðri á sandinum við einum spaða í hondini!
So ymiskt mundi tað eisini vera við skoðsmálinum, sum Óla Jákup Jacobsen, Óla Jákup millum Garðarnar, sáli, fekk. Hann var alla sína tíð upptikin av, hvussu hann kundi menna arbeiðsgongdir og arbeiðsumstøður og harvið av tøknfrøðiligum frambrotum, sum kundu betra um livikorini hjá samtíðini og eftirtíðini.
Hann hevði eisini eyga fyri vinnum og tænastum, sum áður ikki høvdu verið roknaðar fyri arbeiði, og tí vóru tað tey, sum ristu við høvdinum, inntil tað so vísti seg, at hetta var fongur, og tað kom fyri, at onnur fóru undir somu vinnuna og harvið vóru við til at taka fyritreytirnar undan tí, sum Óla Jákup hevði íbirt.
Innovatión og íverksetan vóru ókend hugtøk her á leið, tá ið Óla Jákup var uppi á døgum. Hjá honum var tað sum hjá øðrum íverksetarum og íbirtarum. Ætlanirnar rumstreraðu støðugt í knokkinum. Granskingina og royndirnar bar tað bara til at gera um kvøldarnar og í frítíðini, sum var millum lítil og eingin. Viðhvørt spurdist einki burturúr, og tá ið hann sjálvur noyddist at bera útreiðslurnar, so sigur tað seg sjálvt, at fíggjarligu korini ongantíð vóru rúmsátt, men altíð trong.
Nú hevur Líggjas í Bø givið bók út um Óla Jákup millum Garðarnar (1890-1971) í Klaksvík. Heitið á bókini er Úrmælingur í 20. øld. Kanska eru tað tey, sum stúrsa við og spyrja, um Óla Jákup var ein úrmælingur, og um hann ikki heldur var ein lokalur originalur, ið sum ein annar Georg Gearløs og í vánaligum fíggjarligum korum stríddist og dyrgdi eftir loysnini upp á stóru avbjóðingina í útróðrarsamfelagnum, sum var at finna fram til, hvussu tað kundi sleppast undan at egna upp á gamla mátan.
Tað eru meiri enn fjøruti ár runnin, síðani Óla Jákup eftir virkið og ikki altíð lætt lív legði árarnar inn. Tey eru farin at fækkast, sum minnast mannin, og hóast søgurnar um hann framvegis liva í eldra ættarliðnum,og hann í mest sum øllum Rukkulakkunum var ein av høvuðsleikarunum, so kámast innlitið og vitanin um stóra fyritakssemið hjá Óla Jákupi.
220 síður stóra bókin við áhugaverdum og relevantum myndum, tekningum og kortum er verdugur og gjøgnumførdur minnisvarði um merkismannin ella úrmælingin, sum Líggjas heldur, at Óla Jákup var.
Søgan hevur altíð verið skrivað av teimum stóru og ráðandi, og harvið verður fortíðin fyri tað mesta skilt í ljósinum av umstøðunum og korunum soleiðis, sum tey vórðu sædd og skilt av teimum. Líggjas sigur, at tað kann vera áhugavert at lesa og hoyra um tey, sum eru borin til aðalsheiti ella heiður, sum stava frá fedrann avrikum, og so leggur hann aftrat:
Her er talan um mann úr tí stóru navnleysu fjøld, sum varð borin til fátækradømi og smá kor.
Óla Jákup ruddaði sær sjálvur rás og slóðaði fyri, og at enda varð hann sligin til riddara av Klakksvíkar Útróðrar- og Veiðifelag. Tað er størsti heiður, sum kann vera manni fyri um okkara leiðir. Her er talan um sannan aðal, staðfestir høvundurin í fororðunum.
Harvið er tónin sligin ann.
Skrivligu keldurnar eru nógvar at oysa av, tá ið tað ræður um søgu í Norðoyggjum og Klaksvík. Eitt nú hjá Roberti og Símuni og nýggju Klaksvíkar søgu.
Bókin um Óla Jákup er mið til vitan og fatan frá alternativum sjónarmiði og frá einari rúgvu av munnligum keldum, sum ikki hava verið at sæð í øðrum bókum og ritum.
Pennurin er lættur, stílurin originalur, og søgurnar nógvar – bæði skemtiligar og álvarssamar. Hvussu var tað at vaksa upp millum Garðarnar og at vera útróðrarmaður og skipsmaður. Hvussu var tað hjá klaksvíkingi at búgva í eini fimtan ár úti í Svínoy, har lívsfyritreytirnar tá vórðu hildnar at vera serliga góðar, tí tað var tvírøtt og stutt at rógva á útróðrarmiðini. Og hvussu gekk tað fyri seg, tá ið Óla Jákup fekst við lýsibræðing á Grótrætt og hevði grótbrot á Bumshamri og á Grótrætt. Líggjas lýsir hetta, og hann greiðir frá um ferjumannin, bussføraran og arbeiðsformannin hjá Jóan Jakku, sum úttonkti og ítøkiliggjørdi frambrot í fiskaturkingini.
Óla Jákup var kommunalpolitikari í fimmtiárunum, tá ið bygdin vaks meiri enn nakrantíð fyri og síðani. Hann var í lyklastøðu í útstykkingum, og tá ið vegirnir vórðu stoyptir, og hann var mitt í meldrinum undir læknastríðnum.
Egningarmaskinan eigur sum rímuligt er góða rúmd í bókini. Niðurstøðan hjá Líggjasi er henda:
Menningin av egningarmaskinuni kostaði nógv og gjørdi, at hann kom í stóra skuld. Maskinan virkaði, og alstórur áhugi var fyri henni í Føroyum og uppaftur størri í útlandinum. Hevði hann livað eini tvey ár afturat, kann væl hugsast, at tað hevði endað øðrvísi. Men soleiðis skuldi ikki verða.
Við bókini Úrmælingur í 20. øld hevur Líggjas í Bø lýst fjølbroytta lívið hjá Óla Jákupi millum Garðarnar og syrgt fyri, at minnið um henda originalin verður varðveitt. Líggjas sigur seg vóna, at bókin fer at eggja teimum yngru til dirvi og at stremba hægri enn til einans at njóta vælferðarsamfelagsins høgligu fruktir.
Henda bókin stuðlar væl upp undir hesa vónina!




