Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víðkað tilboð til sjúklingar, ið uppliva førleikamiss

Jóhann Lützen

Enn eitt stórt heilsufrøðiligt frambrot fer í hesum døgum fram í Sjúkrahúsverkinum. Tað er eitt tilboð í sexologi, til fólk sum, vegna sjúku, hava tørv á at endurvinna sínar førleikar í undirlívinum. Norðlýsið hevur verið í sambandi við Jóhan Poulsen, sergreinaábyrgdarhavandi innan urologi.

 

Eitt tilboð innan sexologi er eitt endurmenningartilboð, ið snýr seg um at endurvinna teir førleikar, ein hevur mist, eitt nú av sjúku. Hjá hesum borgarum kann tað til dømis vera, at sjúklingurin hevur havt krabbamein í prostata, bløðruni ella fingið viðgerð í undirlívinum annars, t.d. stráluviðgerð fyri undirlívskrabba. Hetta tilboð kann vera gagnligt fyri bæði menn og kvinnur.

Í mong ár hava tílík tilboð verið bjóðað í okkara grannalondum. Har verða trupulleikarnir tiknir í størsta álvara, og eitt alment ynski um at fáa lívsgóðskuna aftur upp at koyra hjá hesum sjúklingunum, hevur verið drívmegin. Tað hevur tó víst seg at vera sera trupult at fáa hetta í lag í Føroyum. Jóhan Poulsen greiðir frá, at gongd hevur verið í málinum síðani 2018, har tey hava havt fundir við Heilsumálaráðið og við Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinnu, eins og Krabbameinsfelagið hevur gjørt vart við trupulleikan hvørja ferð, tey hava havt fundir við Sjúkrahúsverkið.

Jóhan Poulsen starvast sum visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum og arbeiðir sum urologur á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Jóhan hevur í viku 13 verið til arbeiðis á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hevði hann við sær tveir sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving innan kliniska sexologi, sum dagliga starvast á Aalborg Hospital. Fyrstu sjúklingarnir hava longu verið til viðtalu og er tilboðið jaligað móttikið.

Sjúklingarnir søgdu eisini, at tað var kærkomið at kunna tosa um kynsligar avbjóðingar, sum fyri tey flestu var íkomið eftir viðgerð ella sum fylgja av kroniskari sjúku. Sjúklingarnir vóru væl nøgdir við ráðgevingina og ein sjúklingur segði soleiðis: ”Tað hevur verið gott at fáa serkøna hjálp, viðgerðarmøguleikar og eina góða frágreiðing uppá, hví eg havi trupulleikar við undirlívinum, aftaná viðgerð fyri prostata-krabbamein, og tað kendist púra natúrligt at tosa um tað”.

Sjálv viðgerðin er medisinsk heldur enn sálarfrøðilig, men umframt heilivág verður eisini veitt ráðgeving. Tá sjúklingar missa sínar førleikar í undirlívinum, so er orsøkin aloftast kropslig. Tað kann til dømis vera æðrakálking, fylgjur aftaná viðgerð fyri krabbamein, diabetes ella orsakað av heilivági, so sum blóðtrýstheilivági.

 

Framtíðartørvurin innan økið

Trupult er at meta um tørvin innan føroyska heilsuverkið, men við at samanbera við onnur heilsuverk í líknandi støðum, eru leystliga mett 10 sjúklingar við prostatakrabba um árið, ein við bløðrubruna um árið, 10 kvinnur við undirlívskrabba um árið, 10 kvinnur við bróstkrabba um árið, 20 sjúklingar við æðrasjúkum um árið, 100 sjúklingar við diabetes um árið og 10 sjúklingar við neurologiskum sjúkum um árið. Tilsamans umleið 160, kanska upp til 180 sjúklingar um árið, kunnu roknast at fáa ágóðan av slíkum tilboði.

 

Tilboðið krevur ávísing frá lækna

Ítøkiliga verður farið fram á tann hátt, at antin ein sjúkrahúslækni (um sjúklingurin longu er innlagdur) ella kommunulæknin, ávísir sjúklingin til urologiina í Sjúkrahúsverkinum. Síðani verður sjúklingurin visiteraður til tilboðið innan kliniska sexologi.

Tá ið tað kemur til sexologi, hava føroyingar verið aftanfyri á hesum økinum. Vit vita um sjúklingar, ið hava leitað sær til Danmarkar, fyri at fáa hetta tilboð.

Jóhan Poulsen tekur samanum og fortelur, at tað sum fer at henda nú, er at hann, saman við teimum báðum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum hava eina master í kliniskari sexologi, fara at hava undirvísing fyri øllum kommunulæknunum í Føroyum.