Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Tað var greiði boðskapurin hjá Akseli V. Johannesen longu tíðliga í farna valskeiði, og somu orðini hevur hann endurtikið fleiri ferðir síðani.Uttan iva er henda útsøgnin ein av fleiri orsøkum til, at Aksel og Javnaðarflokkurin fingu stóra undirtøku á valinum týsdagin, tí er tað nakað veljaranum dámar, so er tað greiðar politiskar útsagnir.
Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Tað var greiði boðskapurin hjá Akseli V. Johannesen longu tíðliga í farna valskeiði, og somu orðini hevur hann endurtikið fleiri ferðir síðani.
Uttan iva er henda útsøgnin ein av fleiri orsøkum til, at Aksel og Javnaðarflokkurin fingu stóra undirtøku á valinum týsdagin, tí er tað nakað veljaranum dámar, so er tað greiðar politiskar útsagnir.
Men nú valið er farið afturum, og samráðingar um at skipa samgongu eru á skránni, er tað júst hendan sama útsøgnin, sum ger støðuna fløkta, tí í verandi støðu ber neyvan til at gera eina sterka samgongu, har ikki bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru við.
Trupult at fáa fleiri enn 17
Smáu flokkarnir á løgtingi hava allir tveir tinglimir í part, og bara ein flokkur hevur fleiri enn 7 tinglimir. Tí er neyðugt at tríggir stórir flokkar finna saman, ella mugu fíra flokkar vera við í samgonguni, um ikki øll skulu vera 17. maður.
Av royndum vita vit, at ein samgonga millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin er nærum líka óhugsandi, sum tað er at sameina eld og vatn. Tí eru í roynd og veru bara tveir møguleikar fyri eini sterkari samgongu. Annar møguleikin er ABC, sum er roynd tvær ferðir seinastu 11 árini, og hin møguleikin er ACE, sum sat við valdi stóran part av 70-árunum. Felags fyri hesar báðar møguleikarnar er, at bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru við.
Men orsaka av greiðu útmeldingunum hjá formanni Javnaðarfloksins um at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, situr hann nú á Gamla Apoteki og roynir at snikka eina veika samgongu saman við tveimum stórum og tveimum smáum flokkum. Um royndin ikki eydnast, kann tað lættliga enda við, at hann verður yvirhálaður av eini fullveldissamgongu, tí Tjóðveldi kann illa liva við enn einum valskeiði í andstøðu. Høgni Hoydal hevur heldur ikki lovað sínum veljarum, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, og tí hevur hann fleiri streingir at spæla uppá, enn Aksel hevur í hesi telvingini.
Neyðugt við sterkari samgongu
Vit vita, at avbjóðingarnar í komandi valskeiði verða stórar. Andstøðuflokkarnir frá farna valskeiði hava funnist harðliga at samgonguflokkunum, fyri ikki at hava megnað at vent hallinum á fíggjarlógini til avlop, nú tíðirnar eru góðar. Men skal hallið fáast burtur, samstundis sum øll vallyftini hjá teimum sum nú sita við samráðingarborðið verða sett í verk, er neyðugt við eini sterkari samgongu.
Nógv politisk ynski
Meðan hesar samráðingarnar ganga fyri seg, hoyra vit, at tinglimir úr Javnaðarflokkinum eru farnir at seta politisk ynski fram. Smyril skal sigla oftari, og tunnil skal gerast til Hvalbiar í komandi valskeiði, verður sagt frá tinglimum úr Suðuroy, og Sonja Jógvansdóttir hevur boðað frá, at hon fer eftir landsstýrissessinum í almannamálum. Neyvan droymir hon um at skula hvessa sær spariknívin í hesum sessinum, har helvtin av fíggjarlógini verður umsitin. Samtíðis skulu øll vallyftini um millum annað skattalættar til lág- og meðallønt haldast, meðan hallið á fíggjarlógini skal vendast til avlop.
Avbjóðingin hjá nýggja løgmanninum verður stór, so er tað nakað, hann hevur brúk fyri, so er tað eini sterkari samgongu, sum í mesta lagið hevur tríggjar flokkar og harumframt væl fleiri enn 17 tinglimir aftanfyri seg. Og har eru bara tveir møguleikar :ABC ella ACE. Í báðum hesum førum má hann samstarva við millum annað Fólkaflokkin.




