Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking: Flóttafólkamálið aftur av sporinum

Kaj Leo Holm Jóhannesen

Flóttafólkamálið er aftur farið av sporinum. Hesaferð er tað ein grein í JyllandsPosten, ið setur eld í skálan. Samrøðan við danska dagblaðið varð gjørd fyri hálvum øðrum mánaði síðan. Hon byggir á skeivleikar. Landsstýrið hevur seinastu mánaðirnar greinað økið nærri, og niðurstøðan er greið. Vit eru ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki. Okkum tørvar fleiri grundleggjandi viðurskifti, áðrenn nakað flóttafólk kann koma til landið.

– Undir nýggjársrøðuni legði eg dent, at tað er týdningarmikið, at vit fáa eitt kjak í lag um okkara leiklut í heiminum. Vit hava eina altjóða ábyrgd, og vit kunnu ikki loka okkum inni. Vit eiga at rætta eina hjálpandi hond ímóti teimum, sum verða forfylgd, pínd og dripin. Í fleiri førum er talan um ósek smábørn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit skifta orð um flóttafólk í Føroyum. Í 1999 heittu 23 løgtingslimir á Annfinn Kallsberg, løgmann, um at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar kundu bjóða seg fram at hýsa flóttafólki úr Kosovo. Grundgevingin var, at eisini Føroyar – eftir førimuni – skuldi veita altjóða samfelagnum eina hjálpandi hon. Úrslitið varð, at 30 løgtingslimir samtyktu, at vit skuldu hýsa fleiri enn 20 flóttafólkum í Føroyum. Flestu teirra búgva enn í okkara landi.

-Kjakið um flóttafólk í Føroyum harmar meg. Umrøðan er skelkandi og óvirðilig. Lat okkum kjakast siðiliga um hetta trupla, men neyðuga mál, vísir løgmaður á.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður