Absalon í Buð, formaður hjá Norðoya Fólkafloksfelag, umber seg í Norðlýsinum við, at eg ikki møtti á fundi, tá nýtt landsstjórnarumboð skuldi veljast.
Hetta er vánalig umbering, og øll tey, ið kenna til virksemið í flokkinum vita, at eg, síðani 1990, havi verið millum virknastu limirnar hjá felagnum.
Viðmerking
Rúna Sivertsen
Til fundin, sum Absalon í Buð sipar til, hevði eg lógligt forfall. Men tað var eingin umbering hjá nevndini, fyri ikki at seta seg í samband við meg, áðrenn nýtt umboð varð valt ístaðin fyri meg.
Um tað veruliga var so, at tað ikki bar til at lata meg umboða felagið í landsstjórnini, orsakað av, at eg ikki búi í valdøminum, so átti nevndin, fyri fundin, at havt sett seg í samband við meg um málið. Kundi eg ikki sjálv halda fram, hevði eg so avgjørt peikað á eina kvinnu. Men eg varð ikki spurd – og enn ein maður varð valdur, aftrat teimum umleið 23, sum vóru frammanundan.
Við tí fór talið á kvinnum í landsstjórnini hjá Fólkaflokkinum úr tveimum niður í eina.
Tíðin krevur, at eisini kvinnur eru við í politisku avgerðunum. Men fáar bjóða seg fram.
Absalon í Buð fær tað at ljóða, sum at tað var so umráðandi fyri meg at halda fram í landsstjórnini, men har fer hann skeivur:
Tað var hjá Fólkaflokkinum, at tað skuldi verið umráðandi, at eg helt fram í landsstjórnini.




