Í sendingini "Heimabeiti" førdi Eyðgunn framm, at eftir hennara tikkið var tað ikki ein kommunal uppgáva, at byggja eitt handilssentur, men at kommunan lat grundstykkið og útvegaði parkeringspláss var í lagið.
Eg eri púra samdur við Eyðgunn, at kommunan ikki skal takað lut í eini miðstaðarbygging. Eitt møguligt handilssentur má keypa / leiga grundstykkið frá Kl. Kommunu til ein prís, ið svarar til íløguna hjá kommununi (útreiðluneutralt). Hartil skal ein og hvør, ið byggir í Klaksvík, sjálvur syrgja fyri og tryggja at parkeringspláss eru tøk á grundstykkinum " sí viðhefta brot úr byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu.
Brot úr "Almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu"
3 . gr. Øki til bilstøðlar.
1. Nóg stórt øki skal verða lagt av til bilstøðlar, soleiðis at íbúgvarnir og tey, sum starvast í
húsunum og vitjandi, viðskiftafólk útvegamenn o.o. fáa sett motorakfør síni frá sær á
økinum, ið hoyrir til húsini.
2. Fyri hús, sum heilt ella fyri ein part verða nýtt til bústað, galda um annað ikki verður
kravt ella góðkent av byggivaldinum, hesi minstukrøv til tess at ganga tørvinum á
bilastøðlum á møti:
a. Við einhúskishús skal pláss verða gjørt til bilstøðlar til í minsta lagi 2 bilar hjá
hvørjun bústaði.
b. Við sethús í fleiri hæddum og ketu- og raðhús skal tað økið, ið verður lagt av til
bilstøðlar, verða í minsta lagi so stórt, at tað er pláss fyri 1 1/2 bili til hvønn bústað
sær.
3. Fyri hús, sum heilt ella lutvíst verða nýtt til vinnu skal støðlaøki til vinnulig endamál í
hvørjum einstøkum føri verða góðkent av byggivaldinum, soleiðis at farið verður eftir
hvat vinnan er, talið á starvsfólki og tørvi hjá viðskiftafólki at seta bilar frá sær og tílíkt.
Tó skal í minsta lagi verða pláss til ein bil fyri hvørjar 50 m húsunum.
4. Bilstøðlarnir skulu verða gjørdir, samstundis sum bygt verður, uttan so byggivaldið víkur
frá hesum kravi.
5. Frávik frá omanfyristandandi ásetingum kunnu verða loyvd, um so er, at neyvari reglur
eru fyrisettar í skipan gjørd av býráðnum.
Eitt handilssentur krevur eini 120 parkeringspláss
Hugsa vit okkum, at eitt handilssentur í miðbýnum, verður 6000 m
Skattapeningur eigur ikki at verða nýttur til slíkt – tað er ósømiligt og kappingaravlagandi.
Abraham Mikladal




