Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til grein um ferðslutrupulleikar í Klaksvík

John William Joensen

Las greinina sum Magni Fles skrivaði í seinasta Norðlýsi um ferðslutrupulleikar í Klaksvík.

Farið fyrst at takka Klaksvíkar kommunu fyri at teir hava bygt upp fyri tveimum stórum trupulleikum í samband við ferðina á tveimum teim vandamiklastu krossvegunum í Klaksvík. Hesar báðar loysnir eru ein trygd, bæði fyri gangandi og koyrandi. Talan er um rundkoyringina og krossvegin uppi við Heygavegin.
Magni Fles kemur í skriving síni inn á rundkoyringina, sum hann ikki tekur undir við og sigur at rundkoyringin hevur flutt trupulleikarnar til síðivegirnar. Hann vil heldur at tað vóru ljósreguleringar.
Um Magni fles ikki hevur tíð at bíða at sleppa inn í rundkoyringina sum nú er, so hevði hann als ikki havt tíð at bíða um ljósregulering var í staðin fyri rundkoyring.
síðivegirnir mugu sjálvandi liggja tætt at rundkoyringini og tað er sera trygt at koma inn og úr rundkoyringini.
Magni sigur at hildið verður at rundkoyringin ger ferðsluna tryggari, men hann vísir á, at tað veldst um hvar rundkoyringin verður løgd.
Eg dugið ikki at síggja hvar aðrastaðni rundkoyringin skuldi ligið og vil bara minna á kaosið áðrenn rundkoyringina, hetta sikallaða posthúshornið hevur kosta mannalív. Vit hava endiliga fingið eina trygga loysn.
Magni fer eisini eftir Gerðagøtu og Heygavegi. Fyrst er at viðmerkja, at tað er ikki uppgávan hjá kommununi at ansa eftir at bilar koyra ov skjótt, tað er uppgávan hjá politinum, Hann kemur eisini inn á lívsfarliga vegkrossin, Gerðagøta-Heygavegur. Aftur her heldur hann at ferðslan er ótryggari. Eg haldi hinvegin, at tað var nógv vandamiklari fyrr at koma oman ímóti húsunum hjá Árna Joensen. Nú kunnu bilar sum koma frá Gerðagøtu inn á Heygaveg bert koyra uttan at steðga, ein stórur lætti fyri teir bilar, sum mangan hava bíða leingið á hasum horninum, eisini hesin lívsfarligi krossvegur hevur kosta mannalív. Tað er eitt stórt pluss fyri Klaksvíkar Kommunu at teir hava gjørt eitt gott arbeiði her.
Bæði rundkoyringin við posthúsið og krossvegurin við Heygavegin vísa, at kommunan setir trygdina í hásæti. Heldur ikki eri eg samdur við Magna um at einsrættað vegir, tí tað vísir seg at fleiri vegir tú einsrættar, truplari verður hjá eitt nú frammandafólki at finna runt í býnum.

John Sigurd Joensen