Norðlýsið hevur spurt fótbólts viðmerkjaran Teit Joensen um støðuna í KÍ, og hvat skal gerast til komandi ár. Hvat skal til fyri at førka seg millum tey bestu?
Verjuleikari má inn
Tá vit spyrja Teit um, hvar KÍ skal styrkja seg, so svarar hann, at tað er í miðverjuni.
– KÍ hevur brúk fyri einum støðugum miðverju leikara. Einum royndum leikara, sum stýrir og stabiliserar liðið. Eina typu sum Atla Gregersen og Jóhan Troest Davidsen. Teir hava báðir sáttmála, so tað verður ikki teir. Í Føroyum hava vit eisini Bartal Eliasen, Høgna Zachariassen og Marna Djurhuus, men eg vænti ikki, at teir skifta felag, hóast teir ikki hava sáttmála. So KÍ má helst útum landoddarnar at finna rætta leikaran. Og tað skal vera ein kanón, sum er betri enn teir, sum eru í felagnum áðrenn. Tí annars kunnu teir heldur halda fram við Sørmundi og Oddmar, sigur Teitur.
Nógv longri samrøða er í Norðlýsinum, sum liggur í sølubúðununm.




