Sýslumaðurin, Karl Johansen, sigur, at seðlarnir koma ikki út áðrenn kl. 08.00 í morgin tíðliga. Tað veldst um hvussu gongst við sleiðping og merking í nátt, men eg satsið uppá kl. 8.
Fyrsti báturin, sum sleipar hvalirnar av Viðvík og inn á Norðdepil,er komin til Norðdepils. Men enn eru fleiri bátar eftir at koma. Karl Johansen sigur, at hvalirnir verða lagdir upp á kajini í Norðdepli, niðanfyri frystivirkið.




