Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF gav Stjørnuni mótstøðu

John William Joensen

VÍF fylgdi væl við allan fyrra hálvleik, men tá Stjørnan um miðjan seinna hálvleik hevði vunnið sær eina leiðslu uppá 9 mál, sá ikki gott út hjá VÍF, men tær stríddu seg innaftur í dystin, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 33-31 til Stjørnuna

Tað vóru toppur og botnur sum hittust í KÍ-høllini sunndudagin, tá Stjørnan tók móti VÍF. Tað kann verða trupult hjá einum venjara at seta eitt upp, sum júst hevur vunnið steypakappingina, og liggur á odda í landskappingini, og skal leika móti botnliðnum har stigamunurin millum liðini er heili 20 stig. Men tað skal als einki takast frá VÍF kvinnunum, tær stríddust væl, og høvdu fleiri væl gjøgnumspæld álop. Trupuleikin hjá liðnum er helst tann, at fleiri av leikarunum eru rættiliga ungir og óroyndir, men evnini eru góð. Sum støðan er, so er nógv sum bendur á, at tað verða tær, sum mugu tungu leiðina niður í I. deild komandi kappingarár.

Vánaligt verjuspæl

Fyrsti málverjin hjá Stjørnuni Lise Hjort Hansen var ikki komin til dystin, og var tað sostatt Maria Zisakson sum vardi málið, og kláraði hon uppgávuna bara heilt væl. Trupuleikin var, at hon fekk alt ov lítla hjálp frá verjuleikaurum, sum als ikki livdu upp til tað verjuspæl, tað tær vanliga hava víst.

VÌF væl við
Hóast Sjørnan hevði munin allan fyrra hálvleik, os gekk tað javnt á alla fyrra hálvleik, og tá farið varð til heálleiks var munurin bert 3 mál. Hálvleiksstøðan var 17-14 til Stjørnuna.

Sum seinni hálvleikur gekk, so økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 9 mál, og alt bendi á, at talan fór at blíva um skradl hjá VÍF. Men VÍF kvinnurnar góvu ikki upp, samstundis sum Stjørnuleikarnir slepti nakað av konsentratiónini. Spakuliga stríddi VÍF seg innaftur í dystin, soleiðis at rættiligur spennigur kom í dystin móti endanum. Hóast VÍF fekk minkað um munin til tvey mál, so tyktist tað, sum at Stjørnan allatíðina hevði tak á støðuni. Endaliga úrslitið gjørdist 33-31 til Stjørnuna, sum harvið fekk tvey stig afturat á kontoina, men avgjørt eitt heiðurligt úrslit hjá VÍF.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Simona Petersen 10, Durita Christoffersen 9, Joan Djordevic 5, Durita Ljóstein 3, Bára S. Klakstein 2, Anna K. Samson 2, Hanna Mikkelsen 1, Ella Petersen 1 og Maria við Neyst 1