Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF-Kappróðrardeild kært umróðurin

Jákup Ósá

Í Vestmanna góðtaka tey ikki viðferðina, sum Havfrúgvin fekk á ólavsøku.

Í Vestmanna góðtaka tey ikki viðferðina, sum Havfrúgvin fekk á ólavsøku.


VÍF Kapproðrardeildin sigur soleiðis í tíðindaksirvi á heimasíðu felagsins vif.fo:


Kappróðrarárið 2013 fer helst at standa fast í minninum á flestum róðraráhugaðum, sum eitt tað mest buldruta og rokaliga árið nakrantíð. Nógvar fadesur hava verið, ið hava skapt mikið kjak og hava lagt eitt keðiligt dæmi á stevnurnar. Men tann størsta katastrofan hendi á ólavsøku, tá Havfrúgvin og Ørnin við kvinnum skuldu rógva umróður, umframt ein fulkomuliga óneyðugur atburður frá dómara- og útvarpsbátum, sum østu vánna so nógv, at tað minti ikki sørt um ein hampuliga ringan vetrardag á sjónum.

Vit eru av tí áskoðan, at kolldømingin av Havfrúnni í umróðrinum er ein skeiv avgerð, ið er í stríð við kappingarreglurnar, og tí hava vit kært til RSF. Manningin á Havfrúnni metti seg ikki at hava tjóvstarta og tvíheldur um, at onkur misskiljing má hava verið millum dómararnar.

Manningin greiddi frá, at tær í fleiri førðum vórðu bidnar um at taka á, tá bátarnir skuldu leggjast. Síðani var rópt ´klárar!´ og skotið fall mest sum í einum. Umborð á Havfrúnni góvust allar at rógva tá dómarin rópti ´klárar!´ og róðu síðani ikki fyrr enn skotið brast. Vit meina at dómarin hevur mett tøkini, ið vórðu tikin áðrenn ´klárar!´ var rópt, sum ein tjóvstart. Havfrúgvin var eisini tann aftari báturin í startinum, og tað er eisini løgið, tá tær verða dømdar fyri tjóvstart.

Eitt annað er so tað, at í grein 10 undir “døming”, stendur at ein róður skal verða skotin av, áðrenn 20 sekund eru farin, og tað meta vit var ikki í lagið. Vit hava nú sæð róðurin, og tað ganga umleið 32 sekund til dómarin skjýtur av, og hetta er beinleiðis í stríð við kappingarreglurnar!

Eisini er avgerðin um at Havfrúgvin skuldi koldømast frá allari ólavsøkuni ein feilur, tí hon hevði í minsta lagið vunni sær eitt 2. Pláss og harvið 6 stig. Vit meta at reglurnar runt um umróður eru sum ein koppur av tunnum kaffi, og kunnu ikki brúkast sum grundgeving fyri dóminum frá RSF.´

At enda skal sigast, at hettar er eitt mál av so stórum prinsipiellum týdningi, ikki bara fyri Havfrúnna, men so sanniliga eisini fyri føroyskan kappróður, at VÍF-kappróðrardeild í dag, 30. Juli 2013, hevur latið RSF eina kæru.

Finnur Johannesen, formaður VÍF-kappróðrardeild