VÍF var greiður favorittur undan dystinum ímóti Stjørnuni í kvøld. VÍF vann dystin 28-23, eftir at hava verið á odda 15-11 í hálvleiki
Stjørnan fylgdi væl stóran part av fyrra hálvleiki, men seinastu løtuna hevði VÍF at draga frá, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 15-11 til gestirnar.
VÍF legði hart út í seinna hálvleiki. Tá leiktir vóru 10 min. hevði VÍF økt um leiðsluna til 21-13. Hóast tað sá møtimiki hjá stjørnuleikarunum, so góvu tær ikki upp, tær stríddust væl, og fingu minkað um munin seinastu løtuna av dystinum, soleiðis, at endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til favorittarnar uppá 28-23.
VÍF hevur nógv breiðari hóp enn Stjørnan, og fleiri av leikarunum hjá VÍF hava eisini meira royndir enn flestu av stjørnuleikarunum. Hóast VÍF í løtum hevði greiða leiðslu, so góvu stjørnuleikarnir ikki upp og stríddust til tað síðsta.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 9, Mina Sirdal, Sonja Sirdal og Judith Dam Jacobsen 4 mál hvør, og Annika Arge, Marið Heimustdovu, Jórun B. Nielsen, Katrin Bertholsen, Kristina Poulsen og Monika Jacobsen hvør stítt.
































