Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF vann stórsigur á Stjørnuni

Oliver Joensen

Í gjárkvøldið leiktu VÍF og Stjørnan seinna semifinaludystin í steypakappingini.
Spenningur var um úrslitið, tí Stjørnan hevði ein sigur í fyrra dystinum við í skjáttuni tá liðini aftur hittust í Vestmanna í gjárkvøldið.

Longu frá byrjan setti VÍF seg á dystin og fór framum og sum fráleið øktist munurin í málum. Hálvleiksstøðan var 15-8 til VÍF og í seinna hálvleiki var munurin eisini eini sjey mál líka til upp undir endan, tá VÍF rann enn longur frá 1. kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, soleiðis at dysturin endaði 29-19 til VÍF.
VÍF skal sostatt leika finaluna ímóti VB, sum eisini vann sín dyst.

Harleyfacadeacryl