– Tað hevur verið samband millum meg og VÍF, men eg fyritrekki at spæla við Team Klaksvík komandi ár, sigur Zarko Pejovic við Norðlýsið.
– Tað hevur verið samband millum meg og VÍF, meneg fyritrekki at spæla við Team Klaksvík komandi ár, sigur Zarko Pejovic viðNorðlýsið.
Hjá VÍF er Rasmus Junker farin til KÍF. Men annars frættist úr Vestmanna, at VÍF ætlar at styrkja hópin tilkomandi kappingarár og Filip Jojic heldur væntandi fram. Í eina tíð hava leysasøgur gingið um, at VÍF ætlar at fáa Zarko Pejovictil Vestmannar at spæla komandi ár saman við m.a. Filip Jojic, sum júst Zarkofekk til Føroyar á fyrsta sinni. Zarko váttar, at VÍF hevur víst áhuga.
– – Tað hevur verið samband millum meg og VÍF. Í VÍFer tað sjálvandi áhugavert at kunna stríðast um steypini, men eg síggi eisinifyri mær, at Team Klaksvík kann fara at spæla væl næsta ár. Team Klaksvík havaverið góðir ímóti mær, so eg síggi onga orsøk at skifta felag, tí mær dámareisini sera væl býin Klaksvík, sigur Zarko Pejovic í stuttari viðmerking viðNorðlýsið.
So hóast eingin sáttmáli enn er undirskrivaður, so bendurnógv á, at Zarko Pejovic spælir við Team Klaksvík hóast áhugan úr VÍF.




