Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF vitjar í Klaksvík

Jákup Ósá

 Í kvøld fær Team Klaksvík vitjan av oddaliðinum VÍF.

VÍF hevur havt eitt gott kappingarár higartil og stevna beint ímóti FM finaluni. Teir eru á odda við 16 stigum, ið er 2 stig meir enn KÍF á 2. plássi. Hjá Team Klaksvík hevur tað gingið støðugt framá seinastu tíðina, har liðið nú ikki tapur stórt á útivølli longur. Team Klaksvík hevur 4 stig og er aftast í kappingini.

Tá liðini spældu fyrr í ár í Vestmanna, vann VÍF stórsigur.Tá 18 minuttir vóru spældir, var VÍF á odda 14-5. Endaliga úrslitið gjørdist 43-26. Tað er neyvan nakar ivi um, at klaksvíkingar ikki ætla, at vestmenningar skulu sleppa so lætt frá byrjan í kvøld. Team Klaksvík spældi týskvøldið javnan og spennandi dyst móti Kyndil, so leikararnir hava ikki fingið optimalu hvíldina. Men tann dystin blivu Zarko Pejovic og Igor Petrikeev mansvardir allan dystin og høvdu tí ikki tann strævnasta dystin. Tað kann blíva ein hjálp í kvøld hjá heimaliðinum.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar kl. 19.30.