Einki lið hevur nakrantíð áður bara sett 3 stig til eftir summarsteðgin.
Føroyameistararnir 2016 úr Víkingi vóru søguliga góðir eftir summarsteðgin. Einki lið hevur áður, síðani kappingin er leikt í 27 dystum, bara sett 3 stig til seinna partin av kappingini.
Stigatalvan eftir summarsteðgin:
Víkingur 30 stig (av 33 møguligum)
NSÍ 25
B36 23
KÍ 22
HB 18
TB 13
ÍF 10
Skála 9
AB 9
B68 0
Norðlýsið ynskir enn einaferð Víkingi til lukku við uppiborna føroyameistaraheitinum.




