Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingar skarað heilt framúr í deyðbóltsstøðum

Jákup Ósá

Víkingur hevur skorað meir enn tvífalt so nógv mál uppá deyðbóltstøður sum kappingarneytarnir í toppinum.

(Greinin er skrivað áðrenn 15. umfar, sum var um vikuskiftið. Tølini broytast tó ikki nógv eftir eitt umfar) 

Oddaliðið Víkingur hevur eina serliga styrki í mun til hini liðini higartil í ár. Víkingur hevur verið framúrskarandi í deyðbóltsstøðum. 23 ferðir hevur Víkingur skorað uppá deyðbóltsstøður og bara 5 ferðir hevur liðið latið mál inn uppá deyðbóltsstøður. Tað ger, at Víkingur bæði hevur skorað flest – nógv flest – mál uppá deyðbóltsstøður og latið fæst mál ígjøgnum uppá deyðbóltsstøður. Uppflytararnir standa seg annars ringast í hesum partinum av spælinum, men B36 letur fleiri mál inn enn liðið skorar uppá deyðbóltsstøður, sum ikki er so vanligt fyri eitt lið, sum liggur í ovaru hálvu av stigatalvuni. B36 hevur saman við 07 Vestur latið flest mál inn uppá deyðbóltsstøður. Merkisvert er eisini at síggja, at hóast ÍF liggur klárt aftast á stigatalvuni, so er tað ikki uppá deyðbóltsstøður, at liðið hevur størstu trupulleikarnar.

Skorað mál uppá deyðbóltsstøður:

23 mál: Víkingur

13: TB/FC Suðuroy/Royn

10: KÍ og NSÍ

9: B36 og Skála

6: HB

5: ÍF

3: EB/Streymur og 07 Vestur

Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður:

5 mál: Víkingur

6: NSÍ og HB

7: KÍ

8: ÍF

10: TB/FC Suðuroy/Royn

11: EB/Streymur

12: Skála

13: B36 og 07 Vestur

Skorað uppá deyðbóltsstøður í prosentum:

70 prosent: Víkingur

64: Skála

59: TB/FC Suðuroy/Royn

45: ÍF

42: KÍ

38: NSÍ

32: HB

29: B36

25: EB/Streymur

23: 07 Vestur

Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður í prosentum:

63 prosent: Skála

62: B36

56: TB/FC Suðuroy/Royn

48: EB/Streymur

44: KÍ

43: NSÍ

43: 07 Vestur

40: HB

31: Víkingur

24: ÍF

Her skal havast í huga sum kunnugt, at hetta eru tøl, ið vóru gjørd áðrenn 15. umfar.