Hendur ikki okkurt heilt óvanligt í síðsta umfarinum, so vinnur Víkingur sítt fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins.
Truplasti dysturin hjá Víkingi í endaspurtinum – á pappírinum – var í dag ímóti B36, sum er verandi føroyameistari og sum undan dystinum hevði fingið góð úrslit seinastu tíðina, men sum einki hevði at spæla fyri í dag. Dysturin bleiv eisini trupul hjá Víkingi í fyrra hálvleiki, har B36 var betra liðið. Men sum so ofta í ár, so vísti Víkingur, hví teir vinna føroyameistaraheitið og staðfesta sína støðu sum Føroya besta lið 2016. Tá mótstøðuliðini gera mistøk, so vera tey revsaði, meðan tað í verjustøðu vera latin fá mál inn. Á heimavølli fekk Víkingur í ár fult stigatal móti øllum liðunum burtursæð frá KÍ. Eftir summarsteðgin hevur Víkingur vunnið 9 av 10 dystum higartil og tað borgar fyri einum sera støðugum liði, sum komandi leygardag væntandi vinnur sítt fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins, sum eisini útfrá ársins kapping er fult uppiborið.
Tað er tó ikki 100 prosent vist enn, tí síðsta umfar skal spælast fyrst. Tá skal Víkingur møta AB, sum longu er flutt niður, meðan KÍ møtir ÍF. At Víkingur skal fá færri stig enn KÍ í komandi umfarinum tykist rættuliga ósannlíkt.




