Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur eisini nýggjan heimavøll í Europa kapping

Jákup Ósá

Víkingur fer ikki at spæla Champions League fótbólt á Svangaskarði í ár.

Víkingur fer ikki at spæla áSvangaskarði í Champions League í ár.

Fyrr í kvøld skrivaðu vit, at KÍfyri fyrstu ferð í søguni ikki fer at spæla sínar heimadystir íEuropa kapping á Svangaskarði. Á Svangaskarði hevur Víkingur spæltsínar heimadystir í Europa seinastu árini, men soleiðis verðurikki í ár, tá Víkingur spælir í Champions League. Víkingur fær sostatt eisini nýggjan heimavøll í Europa. Tað váttar næstformaðurin í Víkingi, ÓlavurThomsen.

– Vit spæla á Tórsvølli í ár. Vitvilja royna nakað nýtt og høvuðsorsøkin er, at vit vilja royna nakað nýtt, har vit vita, umvit ikki kunnu fáa ein góðan stemning á Tórsvølli. Vit havaverið nøgdir við Svangaskarð, men á Tórsvølli er tað ikki so opið, meðan karmarnir á Tórsvølli gera, at vit í okkara royndum ofta hava skapt sera góðan stemning, sigur Ólavur Thomsen við Norðlýsið.   

Seinni í kvøld fáa vit frágreiðing um, hví KÍ hevur valt at spælt á heimavølli á ovara vølli í Gundadali.