Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Víkingur ella KÍ í Evropa Conference League

Jákup Ósá

Lagnan hjá KÍ um Evropafótbólt verður avgjørd í morgin. Hon er ikki í egnum hondum.

Víkingur-HB bresta saman í ársins finalu um løgmanssteypið. Víkingur er steypaliðið framum nakað annað og hevur verið í 7 av teimum síðstu 9 finalunum. Til samanberingar hevur KÍ bara verið eitt av teimum 28 liðunum, ið hava verið í finaluni um løgmanssteypið aftur til og við 2007. Tað var í 2016.
Meðan Víkingur spælir fyri at koma í Evropa Conference League, so spælir HB fyri at vinna greipuna. Tað hevur einki lið megnað í Føroyum síðani 2008, tá EB/Streymur vann greipuna. Vinnur HB finaluna um løgmanssteypið, so koma arvafíggindarnir úr KÍ í Evropa Conference League í 2021. Ein løgin støða.

Finalan á Tórsvølli byrjar kl. 16.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.