Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur fekk bank í Sarpugerði

Jákup Ósá

NSÍ royndi seg við alternativum taktikki í Sarpugerði í morgun.

NSÍ royndi seg við alternativum taktikki í Sarpugerði í morgun.

Dysturin millum nummar 2 og 3 í fjør endaði við stórsigri til NSÍ, ið annars hevði tað sera trupult móti júst Víkingi í fjør. NSÍ vann heili 5-1 við málum frá Petur Knudsen (2), Per Langaard, Pól Jóhannus Justinussen og Árna Frederiksberg, meðan Magnus Jarnskor skoraði málið hjá Víkingi, ið eisini var tað seinasta í dystinum.

Víkingur spældi í eini 4-2-3-1 leikskipan við hesi uppstillingini: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar – Heðin Hansen, Jobin Drangastein, Hans Pauli Samuelsen – Andreas Lava Olsen. Í seinna hálvleiki komu Geza Turi, Sámal Jákup Joensen og Magnus Jarnskor á vøllin.

NSÍ spældi ein alternativan taktikk undir nýggja danska venjaranum Anders Gerber. Hon kann kallast bæði 5-4-1 ella 3-2-2-2-1. Símun Rógvi Hansen – Jóhan Jacobsen, Per Langaard, Jens Joensen – Jonleif Højgaard, Magnus H. Olsen, Petur Knudsen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen. Seinni komu Jannik Olsen, Monrah H. Jacobsen, Mouritz Mortensen og Aron knudsen á vøllin.