Víkingur megnaði at fáa mál á útivølli og samstundis ikki tapa. Tí er lagt upp til ein stórdyst á Tórsvølli komandi týskvøld, tá føroysku meistararnir kunnu sláa íslendsku meistararnir út úr størstu altjóða kappingini fyri feløg.
Víkingur avrikaði væl á útivølli móti FH úr Íslandi. Talan bleiv sum heild um ein javnan dyst, har íslendingar til tíðir høvdu yvirvág, men har Víkingur væl megnaði at spæla við. Víkingur skapti eisini vandastøður. Men tíðliga í seinna hálvleiki fekk FH leiðsluna eftir deyðbóltsstøðu. Hetta fekk tó ikki Víking niður við høvdinum, tí í 73. minutti bleiv Sorin Anghel, sum aftur í ár tykist fáa lyklaleiklut hjá Víkingi, feldur. Adeshina Lawal var tryggur frá 11 metrum og so var 1-1. Hetta úrslitið helt allan vegin, hóast FH royndi at trýsta seinasta løtuna.
Víkingur hevur einsamalt metið fyri, hvussu langt eitt føroyskt lið er komið í Europa League. Nú kann Víkingur einsamalt eisini taka metið í Champions League, um liðið megnar at spæla seg víðari til 3. umfar. Dysturin á Tórsvølli verður spældur týskvøldið. Dysturin í Íslandi gav føroyska liðnum helst góðar vónir um, at tað ber til at spæla seg víðari í næstu viku. FH er helst framvegis lítil favorittur, men á graslíkinum á Tórvølli við fleiri túsund áskoðarum í rygginum, so kann Víkingur realistiskt megna at spæla seg víðari.




