Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur fer ikki útum Føroyar eftir styrki

Jákup Ósá

Útgangsstøðið er ikki at fáa ein leikara inn fyri Hall Hansson, sigur venjarin hjá Víkingi Sigfríður Clementsen.

Útgangsstøðið er ikki at fáa ein leikara inn fyri Hall Hansson, sigur venjarin hjá Víkingi Sigfríður Clementsen.

Víkingur misti fyrr í vikuni Hall Hansson, sum komandi ár fer til Danmarkar at spæla við Vendsyssel FF. Spurningurin er so, um Víkingur fer út at ‘’keypa’’ ein leikara inn fyri hann. Sigfríður Clementsen er venjari hjá Víkingi.

– Hetta kemur ikki óvæntað á okkum, at Hallur fer av landinum. Hann hevði møguleikan seinasta summar, men valdi at vera verandi, og tað valið var rætt eftir mínum tykki. Nú eftir Europa League, steypasigur, góða seinnu hálvu og sigur í Grikkalandi er hann munandi betri fyri at fara til Vendsyssel og eg trúgvi, at ætlanin er, at hann skal spæla inni á liðnum. Hallur er ein serligur leikari, har tað næstan er ómøguligt at finna leikara á sama støði. Útgangsstøðið hjá okkum er ikki at fara út eftir einum leikara ístaðin, men er onkur spennandi møguleiki, so hyggja vit uppá tað. Men tað kemur heilt vist ikki nakar útlendingur inn, sigur Sigfríður Clementsen og váttar, at Jóan Símun Edmundsson hevur áhuga hjá Víkingi eins og hjá flestu øðrum feløgum, um hann heldur fram at spæla í Føroyum.

Eins góðan hóp

Hann sigur víðari, at Víkingur hevur ein góðan hóp, sum er eins sterkur sum áðrenn seinasta kappingarár.

– Vit hava fingið Gert Hansen inn, og tað var eisini við tí í huga, at vit kundu missa Hall. Dánjal Pauli Lervig er frískur aftur og tað ger, at vit hava møguleika at senda Hanus Jacobsen og Bárð Hansen longur fram á vøllin, um tað verður neyðugt. Vit hava Sølva Vatnhamar og Andreas Lava Olsen frá byrjan, har vit arbeiða hart fyri at fáa Andreas heilt frískan eftir, at hann var nógv smáskaddur í fjør. Og so eru leikarar sum Heðin Hansen og Filip Djordjevic, sum hava menningarmøguleikar at gerast betri, sigur Sigfríður Clementsen.

Fara eftir FM

Seinasta vetur var Víkingur einasta liðið saman við HB, sum tordi at melda út, at liðið hevði FM heitið sum málsetning. Og tað tora teir at gera aftur í Víkingi.

– Vit ynskja at seta hægri mál, og tí tora vit aftur at siga, at vit fara eftir at vinna FM heitið. Felagið hevur havt tað gott í steypakappingini seinastu árini og tað ætla vit sjálvandi framvegis at gera. Men tað skal nakað meir til at vinna FM. Havnarliðini HB og B36 eru størstu favorittarnir og koma at vera tað í fleiri ár framyvir, men vit halda, at vit kunnu koma upp har, men vit vita eisini, at tá skulu vit avrika serliga væl. Vit høvdu 11 og 12 stig upp í fjør, men føldu, at í nógvum dystum kundi tað koppa øðrvísi til okkara fyrimun, har vit eisini mistu nógv stig móti teimum niðaru liðunum, sigur Sigfríður Clementsen.

Venja ímóti einari spennandi kapping

Venjarin hjá Víkingi sigur, at teir hava hildið seg í gongd allan vetur.

– Vit høvdu frí í tvær vikur eftir kappingina. Síðani hava vit vant úti tvær ferðir um vikuna. Afturat hesum hava leikararnir programm at venja eftir í styrkisvenjing. Kappingin byrjar longu 1. mars, so tað er eitt sindur serligt, sigur Sigfríður Clementsen, sum væntar eina spennandi kapping komandi ár.

– HB og B36 vera heilt í toppinum. KÍ hevur styrkt seg væl, NSÍ liðið er eitt ár eldri og verður enn betri. ÍF er sterkari, og so ætla vit sjálvir eisini at vera har. Hasi liðini kunnu øll vinna FM heitið, um alt passar saman. Síðani er AB, sum hevur fótað sær í deildini, og tí neyvan skal hugsa um niðurflyting. EB/Streyma liðið er trupult at meta um, tí har eru fleiri góðir leikarar eftir og enn vita vit ikki rættuliga, hvussu teirra lið kemur at síggja út. Og so eru tað tey bæði suðuroyðarliðini. Liðini úr Suðuroynni plaga at ofta at standa seg betri enn væntað, men samstundis vita vit, at uppflytarar altíð fáa tað trupult, sigur Sigfríður Clementsen at enda.