Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur-KÍ: Hvør skal elta HB?

Jákup Ósá

(Upptakt) Tað er lagt upp til ein sera avgerandi dyst íNorðragøtu fríggjakvøldið. Dysturin snýr seg um, hvat lið skal elta HB ístríðnum um FM.

 

8 umfør eru leikt av kappingini í Effodeildini og nú byrjarein at fáa eina mynd av, hvar liðini koma at liggja í ár. Tó eru altíðundantøk, tá vit eru so tíðliga í kappingini. Í løtuni liggur HB klárt á odda,meðan vit hava ein stóran bólk av liðum í miðjuni, ið øll hava stuttan veg upptil 2. og 3. plássið. Men hetta umfarið kann fara at koyra deildina í fleiribólkar enn nú. Kanska mest týðandi dysturin er í Sarpugerði millum Víking ogKÍ. Vinnarin leggur seg á 2. plássið og verður tí liðið, sum mest sannlíkt ífyrstu atløgu skal elta HB í stríðnum um FM. Og kenna vit hesi bæði liðinirætt, so fara tey út eftir øllum stigunum og sleppa hondbremsuni, tá støðan ersum hon er. Tí ein javnleikur kann ikki brúkast til stórvegis í hesi støðuni, um liðini ætla at halda sambandið við oddin.

 

Teir flestu spæla

Hjá Víkingi, sum hevur sera góð hagtøl á heimavølli í ár, ereinasta ivamálið um Kaj Leo í Bartalsstovu, sum skeyt hattrick seinast hesiliðini møttust í Norðragøtu. Sum skilst er góður møguleiki fyri, at hann fer atspæla. Hjá KÍ, ið hevur góð hagtøl á útivølli, sótu fleiri leikarar uttanfyriseinast við skaðum. Men tað verður roknað við, at bæði Hjalgrím Elttør og AtliDanielsen verða komnir heilt fyri seg hesaferð og verða við frá byrjan, meðanmeira ivasamt er við Kristoffuri Jakobsen, ið neyvan verður við frá byrjan.

 

Í fjør gekk javnt á millum liðini. Tey vunnu hvør sín dystog tann eini endaði við javnleiki. Heili 14 mál komu hesar dystirnar og nógv gul kort eins og tvey reyð kort. Tí er lagt upp til ein spennandi, javnan, málríkan og hart spældan dyst millum grannarnar.

Dysturin byrjar kl. 19.00 og dómari verður Dagfinn Forná.   

Harleyfacadeacryl