Vit hava tikið fýra orsøkir fyri hvørjum liði, hví tað liðið fer at vinna sunnudagin.
Vit hava tikið fýra orsøkir fyri, hví Víkingur møguliga vinnur og fýra orsøkir fyri, hví KÍ møguliga vinnur toppdystin sunnudagin.
Á pappírinum er talan um ein spennandi toppdyst sunnudagin í Sarpugerði, har Víkingur kann leggja seg á odda við tveimum stigum, ella har KÍ kann leggja seg á odda við fýra stigum. Endar dysturin við javnleiki, so skilur eitt stig liðini undan fýra teimum síðstu dystunum. Tá ein tippar og metir um hendan dystin, so veldst um, hvat ein velur at vekta hægst. Tí tað finnast orsøkir sum tala fyri báðum. Niðanfyri hava vit valt fýra orsøkir, ið tala fyri hvørjum liði.
Víkingur vinnur, tí:
Betri úrslit eftir summarsteðgin
Víkingur hevur fingið betri úrslit í landskappingini enn KÍ síðani summarsteðgin. Víkingur hevur vunnið allar sínar seks dystir, meðan KÍ hevur vunnið fýra og tapt tveir av sínum seks dystum. Tí fara veddingarfyritøkurnar helst at hava Víking sum favoritt undan dystinum sunnudagin.
Hava heimavøll
Víkingur hevur heimavøll og tað kann hava nakað at siga. Tí Víkingur hevur bara tapt ein dyst á heimavølli síðani 25. mai 2014, men mótstøðuliðið hendan eina dystin var: KÍ! Hóast hetta so er tað á heimavølli, at liðini vanliga trívast best og Víkingar høvdu uttan iva heldur valt at spælt í Norðragøtu enn í Klaksvík, um teir sluppu at velja.
Hava nakað at hevna
Síðani er tað steypafinalutapið fyri nøkrum vikum síðani, har Víkingur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins tapti eina steypafinalu. Tað var eftir brotssparkskapping í einum jøvnum dysti. Tað svíður, og tí fara Víkingar helst at leggja eyka nógv fyri í hesum dystinum, nú mótstøðuliðið er júst KÍ.
Meira svangir og uppsettir
Víkingur hevur leingi ligið aftanfyri KÍ, men nú hevur liðið møguleikan at avgera tað sjálvt. Og tann møguleikin kemur kanska ikki fleiri ferðir. At Víkingur ikki vann steypakappingina í ár, sum liðið annars hevur gjørt seinastu fýra árini, ger helst, at liðið er meira svangt til landskappingina. Fleiri av undanfarnu árunum hevur Víkingur mist nakað eftir steypasigurin, men soleiðis verður neyvan í ár, tí nú eru Víkingar svangir og uppsettir uppá at vinna landskappingina.
KÍ vinnur, tí:
Gott tak á Víkingi
KÍ hevur ongan dyst tapt í 2015 og 2016 móti Víkingi. Tískil er hetta eitt av liðunum, sum KÍ hevur havt best tak á. KÍ hevur eisini vunnið í Sarpugerði fyrr í ár, so tað ræðir kanska ikki so nógv, at dysturin er á útivølli.
Mentalt yvirtak
Tað hevur møguliga nakað at siga mentalt, at KÍ hópurin er ”vanur” við at fáa úrslit móti Víkingi. Vit sóu seinast í steypafinaluni, at KÍ á einum minni góðum degi megnaði javnleik, hóast Víkingur frammanundan hevði vunnið nógvar dystir á rað og eisini helt seg spæla ein góðan dyst í steypafinaluni.
Skulu reisa seg
KÍ kemur til hendan dystin við einum tapi í ryggsekkinum. Avrikið móti NSÍ var ikki sannførandi og liðið tapti uppiborið. Tiltikna press spælið frá fyrr í ár var ikki til at síggja og KÍ tapti flestu nærdystirnar móti NSÍ. Tí skal liðið reisa seg og kanska kann tað blíva ein fyrimunur, at ein slík ávaring er komin í dystinum frammanundan.
Hava nakað at mótprógva
Eftir tapið í Runavík móti NSÍ hava fleiri sett spurnartekin við KÍ liðið. Summi halda, at liðið kanska er mettað, tí eitt gull heiðursmerkið er komið til høldar. Man kann siga at “Víkinga sjúkan” seinnu árini nú rakar KÍ og bjargar júst Víkingi. Summi halda, at leikararnir sóu alt ov tungir út og manglaðu neyðuga ”geistin” í Runavík. KÍ skal til at mótprógva kritikkinum og spurningunum, ið eru settir við liðið eftir tapið móti NSÍ.
Tað finnast eisini aðrar grundgevingar, sum kunnu hava týdning. Men spurningurin er so, hvørjar fara at halda út og vinna, tá dómarin hevur floytað dystin av sunnudagin?




