Mikukvøldið verður dystur millum teir báðar størstu FM-favorittarnar í 2024.
Hetta er fyrsti venjingardysturin hjá KÍ móti einum liði í Betri Deildini í ár. Víkingur hevur vunnið allar sínar venjingardystir í ár uttan tann eina, sum endaði við javnleiki í nógvum vindi móti B68.
Hjá KÍ eru Odmar Færø, Deni Pavlovic, Børge Petersen, Hallur Hansson og Jonn Johannessen ikki tøkir. Málverjin Mark F. Jensen kemur til landið sama dag sum dysturin er, so ivasamt er, um hann verður við.
Hjá Víkingi fóru Olaf Bárðarson og Sølvi Vatnhamar skaddir av vøllinum í vikuskiftinum í venjingardysti.
Dysturin í Sarpugerði mikukvøldið byrjar kl. 18.00.



