Vinnur Víkingur føroyameistaraheitið, so er tað vegna eina røð av góðum úrslitum eftir summarsteðgin, sum einki annað lið kann samanbera seg við.
Víkingur er besta liðið eftir summarsteðgin. Liðið hevur fingið 24 av 27 stigum. Og hetta hevur lagt grundarlagið til oddasessin, sum liðið má sigast at hava uppiborið eftir so nógv góð úrslit í mest avgerandi tíðarskeiðnum í kappingini.
Stigatalvan fyri dystirnar eftir summarsteðgin er hendan:
1. Víkingur 24 stig
2. B36 20
3. NSÍ 19
4. KÍ 16
5. HB 14
6. TB 12
7. ÍF 10
8. AB 9
9. Skála 7
10. B68 0




