Skála stóð fyri dagsins mest óvæntaða úrsliti.
Í einum linligum dysti í Sarpugerði eydnaðist tað Víkingi at vinna, tá teirra ársins leikari higartil í ár, Sølvi Vatnhamar, smekkaði bóltin í máli við langskoti. Annars var talan um javnan og linligan dyst, har tað sást, at Víkingar ikki vóru optimalt væl fyri eftir dystin á Skála mikukvøldið samstundis sum tríggir av vanliga føstu fýra monnunum í verjuni ikki vóru tøkir. Víkingur tók oddasessin frá KÍ við sigrinum, men á Norðoyastevnu hevur KÍ møguleikan at taka oddasessin aftur, tá NSÍ vitjar í Klaksvík. Hinvegin var HB liðið eitt vónbrot, tí havnarliðið megnaði í alt ov lítlan mun at trýsta eitt Víkinga lið, sum ikki spældi við fullari megi. HB hevur ikki vunnið nakran dyst av seinastu 7 dystunum:
28. apríl: B36-HB 3-2
1. mai: ÍF-HB 4-2
8. mai: Víkingur-HB 3-3 (steypakapping)
12. mai: TB-HB 0-0
16. mai: KÍ-HB 1-0
22. mai: HB-NSÍ 3-4
29. mai: Víkingur-HB 1-0
Hinir báðir dystirnir í Effodeildini í dag endaðu við javnleiki. B68 kom aftur eftir at hava verið aftanfyri 2-0 og 3-2, men fekk 3-3 javnleik móti TB, meðan Skála fyri fyrstu ferð í ár tók stig móti einum topp 5 liði á útivølli. Dysturin í Gundadali millum B36 og Skála endaði við 1-1 javnleiki. Helst mest óvæntaða úrslitið í dag.




