Veddingarfyritøkur halda, at Víkingur er størsti favoritturin hetta umfarið, meðan KÍ er næststørsti.
Tey fimm topp 5 liðini spæla á heimavølli móti botn 5 og øll eru stórfavorittar at vinna sambært veddingarfyritøkunum. Tað er líka í Runavík, at vit koma uppá ein odds, sum er yvir 1,30. Víkingur gevur pengarnar 1,14 ferðir aftur. KÍ er næststørsti favoritturin við at tað gevur 1,23 ferðir pengarnar aftur, um ein setur pengar á KÍ at vinna móti ÍF. Klikk á myndina niðanfyri fyri at síggja øll odds tølini.
So skal ein ganga útfrá stigatalvu og veddingarfyritøkum, so er tað ikki til føroyskan fótbólt, at ein skal fara sunnudagin, um ein ynskir spenning. Vit hava tó sæð ofta fyrr í ár, at tað hava verið óvæntaði úrslit, hóast alt hevur sæð upplagt út frammanundan.




