Vunnu fyri aðru ferð eftir summarsteðgin stórsigrar.
Kappingarneytarnir hjá KÍ í oddastríðnum vísa stórform eftir summarsteðgin. Víkingur vann hóskvøldið 3-0 í Trongisvági á TB/FC Suðuroy/Royn og NSÍ vann somuleiðis 3-0 í Fuglafirði á ÍF. At Víkingur og NSÍ hava víst ræðandi støði eftir summarsteðgin sást í málúrtøkuni. Uppá tveir dystir hevur Víkingur málúrtøkuna 7-0, meðan NSÍ hevur málúrtøkuna 10-0.




