Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur og NSÍ eru tey bestu eftir summarsteðgin

Jákup Ósá

Bæði liðini hava etið seg inná KÍ við sera sannførandi úrslitum eftir summarsteðgin.

Tað rennur saman í oddastríðnum í Effodeildini, har trý lið nú liggja nærum stavn um stavn. Tað hava tey eisini gjørt fyrr í ár, men beint undan summarsteðginum fekk KÍ eina leiðslu á 7 stig, sum tó fór niður á 4 stig beinanvegin eftir summarsteðgin, tá KÍ tapti móti ÍF. 

6 umfør eru spæld eftir summarsteðgin og tað eru Víkingur og NSÍ, sum hava fingið tey bestu úrslitini. Víkingur hevur vunnið allar dystirnar, meðan NSÍ bara hevur sett stig til í eina dystinum, tá liðið spældi javnt móti HB. So hóast KÍ hevur vunnið 4 av 6 dystum eftir summarsteðgin, so eru treytirnar í toppstríðnum so harðar, at liðið hevur mist í mun til kappingarneytarnar í toppstríðnum. 

Stigatalvan eftir summarsteðgin sær soleiðis út:

18 stig: Víkingur

16 stig: NSÍ

15 stig: B36

12 stig: KÍ

10 stig: HB

9 stig: TB

6 stig: ÍF

3 stig: AB

0 stig: Skála og B68