25 ára gamal leikari, ið áður hevur verið kring A-landsliðshópin, skal styrkja um Víkinga liðið. Venjarin hjá Víkingi váttar, at felagið hevur gjørt avtalu við ein føroyskan leikara.
25 ára gamal miðvallarleikari, ið áður hevur verið kring A-landsliðshópin skal styrkja um Víkinga liðið. Venjarin hjá Víkingi váttar, at felagið hevur gjørt avtalu við ein føroyskan leikara.
Sámal Erik Hentze er venjari hjá Víkingi komandi ár og hann sigur, at Víkingur hevur fingið fyribils seinasta prikkin uppá pláss til komandi ár.
– Vit hava leita eftir einum 9 ara, sum skal liggja aftanfyri álopsleikaran og hann hava vit funnið nú. Tað er nærum komið uppá pláss og talan er um ein føroying. Hetta verður fyribils tað síðsta, ið vit gera. Men eg havi ikki arbeitt við Víkingi fyrr og kenni tí ikki so væl til teir flestu leikararnar. So tað kann vera, at tá vit hava vant í eina tíð í 2016, at vit síggja at brúk er fyri onkrum meira, men tað fáa vit at síggja til ta tíð, sigur Sámal Erik Hentze.
Hann vil ikki siga, hvønn leikara talan er um. Men Norðlýsið veit frá sera góðum keldum, at talan er um 25 ára gamla Jobin Drangastein, ið annars altíð hevur umboðað barnsdómsfelagið AB. Jobin hevur spælt 101 dyst í Effodeildini og í 2013 var hann við til vetrarvenjingar á einum bruttohópi hjá A-landsliðnum. Jobin og Sámal Erik hava í fleiri ár arbeitt saman í AB, so talan er um leikara, sum nýggi Víkinga venjarin kennir væl.
Víkingur hevur frammanundan styrkt seg við Jón Krosslá Poulsen og Hans Paula Samuelsen, meðan Finnur Justinussen og Súni Olsen eru farnir úr felagnum.




