Venjingardystur var í Sarpugerði í dag.
Víkingur og Skála spældu ársins fyrsta venjingardyst í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. Dysturin var merktur av, at tað var fyrsti dystur og at vit eru í januar. Spælið hekk illa saman og feil avleveringarnar vóru nógvar. Víkingur spældi við nærum sterkasta liðinum frá byrjan, har Erling Jacobsen ikki var í miðverjuni og har Sølvi Vatnhamar ikki enn er heima í Føroyum. Leikskipanin var sum í fjør 4-3-3, har Súni Olsen lá sum tann fremsti á sentrala miðvøllinum, meðan Hanus Jacobsen var saman við Hans Jørgen Djurhuus beint aftanfyri. Í miðverjuni hjá Víkingi var ein ungur leikari, sum ikki hevur spælt áður á besta liðinum. Tað var Hjalti Strømsten, sum 21 januar fyllir 17 ár. Hann hevur fyri árum síðani verið málverji, men er blivin útileikari, har hann eisini spældi í fjør. Hjá Skála var talan fyri tað mesta um púra óroyndar leikarar í bestu deildini. Royndi Pætur Dam Jacobsen var í miðverjuni hendan dystin.
Víkingur hevði munn í spælinum og í seinna hálvleiki fingu teir eisini 3 mál. Kaj Leo í Bartalsstovu, Hjalti Strømsten og Heðin Hansen skoraðu málini. Endaliga úrslitið gjørdist 3-0 til Víking.
Víkingur byrjaði við hesum liðinum: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen(L), Hjalti Strømsten, Dánjal Pauli Lervig – Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen, Súni Olsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic, Finnur Justinussen.




