Í einari javnari finalu endaði tað við brotssparkskapping.
Líkindini vóru góð og fitt av áskoðarum vóru til finaluna í Klaksvíkskappingini 2022 millum KÍ-Víking.
KÍ byrjaði betri og kom á odda við máli frá Jóannes Bjartalíð. Men áðrenn hálvleik javnaði Víkingur við brotssparki frá Sølva Vatnhamar. Einki mál kom afturat og tí skuldi brotssparkskapping til. Allir fimm hjá Víkingi skoraðu, meðan tann fimti hjá KÍ, vanligi brotssparksskjúttin Jóannes Bjartalíð, skeyt uppum. KÍ royndi okkurt nýtt av hendan dystin. M.a. spældi Mads B. Mikkelsen á høgra bakki, meðan Jóannes Bjartalíð var í álopinum.
Talan var um ein javnan dyst, har fótbóltsspælið ikki var tað besta. Til tíðir nakað hart spæl og nógv kort komu. Odmar Færø fekk tvey gul og harvið reytt um miðjan seinna hálvleik. KÍ fekk tó ein leikara inn ístaðin løtu seinni.
KÍ (4-3-3): Mathias Rosenørn – Mads B. Mikkelsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Jóannes Bjartalíð, Jonn Johannessen. Seinni komu hesir inn: Børge Petersen, Páll A. Klettskarð, Olaf K. Hansen, Jákup Vilhelmsen, Jesper Brinck og Dávid B. Andreasen.



