Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur vann seinna dystin móti Breiðablik

Jákup Ósá

Víkingur spældi í dag aftur ein venjingardyst í Íslandi.

Víkingur spældi í dag aftur ein venjingardyst í Íslandi.

Mótstøðuliðið var eins og í gjár móti Breiðablik úr bestu íslendsku deildini. Hesaferð spældu liðini ikki allatíðina við sterkasta liðnum. Sum skilst skifti Víkingur nógv út, meðan Breiðablik eisini gav fleiri av sínum eykaleikarum sæplitíð. Víkingur vann dystin 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til Víking. Málini hjá Víkingi skoraðu Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar og Gunnar Vatnhamar.