Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikiskiftisveðrið

Hanus Kjølbro

Í dag er av allar fagrasta veðri – eitt lítið lot úr landsynningi og lágum eystri, klárt fyri tað mesta og turt næstan allanstaðni í Føroyum. Heystið merkist í luftini, hóast hitin liggur um tey 11 stigini.

Tað er eitt máttmikið hátrýst yvir Norðurnorra, sum stendur fyri góðveðrinum. Í vikuskiftinum fer tað at flyta seg eitt lítið sindur undan okkum, og ættin fer tí at snara spakuliga niður ímóti suðuri teir næstu dagarnar. Mánamorgun er ættin eftir øllum at døma farin eitt vet vestur um sunnan. Men vindferðin verður ikki nógv størri teir næstu dagarnar, enn hon er í dag.

Luftin, ið spakuliga rekur ímóti Føroyum, stavar frá Norðurfinnlandi og Norðursvøríki. Ávegis til Føroya er hon farin yvir land í Svøríki og Vesturnoregi, síðani yvir hav til okkara. Yvir havinum hevur hon tikið vætu í seg. Lutfalsliga vætuinnihaldið er økt nakað. Men í dag er tað somikið lítið, at vætan ikki ger skýggj um fjøllini hjá okkum. Gerst leiðin longri yvir hav hjá luftini at koma til Føroya, verður vætuinnihaldið eitt sindur størri, og tað kann gera munin í støðum, um tað er skýggjað í erva ella ikki.


Myndirnar hevur Janus Sørensen, skipari á Brandi, tikið í góðveðrinum í morgun.

Gott vikiskifti

Harleywoodpaint