Eitt lágtrýst 987 hPa vestan fyri Føroyar við tilhoyrandi brúgvaløgum fer suðureftir og grynnist. Hetta hevur við sær vind úr landsynningi, sum fer í ein landnyrðing og økist úr strúk í vindi til storm.

Brúgvaløgini leggjast inn yvir Føroyar og hava væntandi ælaveður við sær. Lágtrýstið hevur við sær kalda norðanluft, ið hevur við sær kulda. Hitin verður millum 2-5 hitastig, og um náttina um frostmarkið.
Fríggjadagin 15. Mars.
Strúkur í vindi 13 m/s í ein landsynning. Seinni út á dagin skiftir hann í ein landnyrðing eystan. Tað verður yvirskýggjað og væntandi ælaveður. Hitin verður um 3-5 hitastig
Leygardagin 16. mars.
Strúkur í vindi 11-14 m/s av landnyrðingi og veksur vindin upp í skrið 17-21 m/s út á kvøldið. Hitabrúgvin sunnan fyri Føroyar hevur við sær væntandi ælaveður. Hitin verður um 4 hitastig, men minkar niður ímóti frostmarkinum seinni um kvøldið.
sunnudagin 17. Mars.
Strúkur í vindi 11.14 m/s av landnyrðingi og hann skiftir í ein landnyrðing norðan upp í storm 21-24 m/s á middegi. Vit kunnu vænta skýggjað og ælaveður við møguligum kava. Hitin verður um 1-2 hitastig.