Í hesum sambandi bjóða vilja vit bjóða frítíðarsiglarum og bátaeigarum hjartaliga vælkomnum at halda vikuskiftið í Leirvík. Bátarnir koma at liggja í nýggja, sera snotuliga og hugnaliga bátahylinum í Leirvík.
Í hesum sambandi bjóða vilja vit bjóða frítíðarsiglarum og bátaeigarum hjartaliga vælkomnum at halda vikuskiftið í Leirvík. Bátarnir koma at liggja í nýggja, sera snotuliga og hugnaliga bátahylinum í Leirvík.
Campingvognar eru somuleiðis hjartaliga vælkomnir. Umstøðurnar fyri campingvognarnar eru eisini framúr góðar. Campingvognarnir koma at standa á økinum við nýggja bátahylin.
Kringumstøðurnar eru góðar og hugnaligar.
Umframt at njóta føroyskan summarhugna við bátahylin er eisini upplagdur møguleiki at vitja nýggju sandstrondina í Leirvík. Somuleiðis verður
møguleiki at spæla krokk á spildurnýggja krokkvøllinum.
Møguleiki er eisini fyri innandura familjuhugna. Haraftrat ber til at svimja/brúsa sær í svimjihøllini fríggjakvøldið og leygardagin, og er hetta frítt fyri øll.
Leygarkvøldið verður dansur við Flemming Petersen og aftrat sær hevur hann fingið sær sonin Benjamin og arðar góðar menn at hjálpa sær, og verður dansur á økinum aftanfyri Fo-fish.
Prísur fyri húsvognar og bátar er 500.-kr pr eind og fygljur eitt atgongumerki til dansin við. Eisini kemur okkurt annað at fylgja við i hesum prísi, men alt er ikki komið uppá pláss enn, so tit frætta meira um tað seinni.
Endaliga skráin fyri víkingadagarnar annars kemur seinni.
Við vón um góða undirtøku til eitt ógloymandi vikuskifti.
Tilmelding fer framm á tlf 554300 ella senda ein meyl til
—




