Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil gera neyðtøkur lógligar

Danial Viðoy

Góðan morgun: Undarligt og løgið, men satt. Ein maður hevur í hyggju at broyta lógina, soleiðis at eingin revsing verður neyðtøku-brotsgerð.

Góðan morgun: Undarligt og løgið, men satt. Ein maður hevur í hyggju at broyta lógina, soleiðis at eingin revsing verður neyðtøku-brotsgerð.

Tað skrivar mx.dk í morgun.

USA. 36-ára gamli amerikanarin, Daryush Valizadeh, kemur til Stokkholm 6. februar at greiða frá sínum ætlanum. Stokkholm er eitt út av 165 støðum, hann ætlar at vitja til tess at greiða frá sínum sjónamiðum.

Daryush grundgevur fyri síni søk við at siga, at um neyðtøkur gerast lógligar, verður tað ikki líka freistandi og lokkandi at fremja hesa brotsgerð. Úrslitið av hesum verður, at færri neyðtøkur verða framdar í framtíðini.

Eisini sigur hann, at færri menn fara at verða fongslaðir órættvíst, orsakað av skeivum skuldsetingum frá kvinnum, sum hava angrað samleguna aftaná.

Aðrir altjóða miðlar hava eisini umrøtt Daryush Valizadeh og hugsanir hansara. Flestu miðlar skjóta hesa ætlan niður og kalla Daryush, sum eisini kallar seg ”Roosh V”, fyri ein anti-feminist. – Kanska tað er okkurt um tað.