Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vil geva øllum føroyingum CPR-nummar

Jóhann Lützen

Norðlýsið á Christiansborg: Eitt av teimum málunum ið Edmund Joensen vil arbeiða fyri á Fólkatingið, er at geva øllum føroyingunum eitt CPR-nummar.

Hetta er fjórðu ferð at Edmund Joensen tekur sætið á Fólkatingið. Eitt av teimum málunum ið royndi politikkarin úr Sambandsflokkinum ætlar sær í holt við hesaferð, er at geva øllum føroyingum eitt CPR-nummar.

Nógvir fyrimunir við CPR-nummar

Edmund vísir á, at tað serliga eru skúlanæmingar, fólk undir sjúkraviðgerð og onnur ið flyta ið millum londini, ið vilja merkja ágóðan av at fáa eitt CPR-nummar.

– Tað vil gera øll tingini nógv meira smidligari, um man hevur somu skipan í Føroyum, sum er galdandi í Danmark, sigur Edmund Joensen millum annað.

Síggj eitt brot úr samrøðuni við Edmund niðanfyri.