Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vilhelm Johannesen stillar ikki upp

Oliver Joensen

Norðoya Javnaðarfelag hevur fyrsta uppstillingarfund í kvøld, og væntast kann stór útskifting.

Norðoya Javnaðarfelag hevur fyrsta uppstillingarfund í kvøld (mánakvøldið) kl. 19.30 í Bøgøtu 3, har millum annað Karl Martin Samuelsen fer at undirhalda.
Norðlýsið frættir frá Norðoya Javnaðarfelag at vanlig mannagongd er, at á fyrsta fundinum verður møguleiki hjá teimum, ið vóru uppstillað til løgtingsvalið seinast, fyrst at koma á listan.
Sum sær út, so kann roknast við stórari útskifting, tí Vilhelm Johannesen, ið hevur verið ímyndin av Norðoya Javnaðarfelag og Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum í skjótt eitt mannaminni, stillar ikki upp aftur, harafturat er vanligt, at fleiri av teimum, sum fyrr hava stillað upp, ikki eru aftur á nýggja listanum.
Løgtingsval verður helst í januar 2008, men dagurin er ikki ásettur.

Harleywoodpaint