Sambært Torbjørni Jacobsen, so vil danska embætisverkið ikki viðurkenna løgtingssamtykina um broyting av hjunabandslógini, orsaka av lógartekniskum ávum og hetta sigur hann, er ikki at virða meirilutans avgerð í Løgtinginum og spyr eisini retoriskt, um henda avgerð er í tráð við grundleggjandi fólkaræðislig prinsipp. Eisini verður lagt upp til, at danska embætisverkið, sum ivaleyst hevur lógarkøn fólk í starvi, ikki hevur góðtikið lógaruppskotið, tí at danskarar vilja ráða fyri, hvussu lógirnar verða gjørdar í Føroyum:
“Betyder dette, at Danmark kun respekterer Lagtinget på fællesområder, når Lagtinget slavisk følger anvisningerne fra det danske embedsværk?”
“Anser ministeren det at være i overensstemmelse med grundlæggende demokratiske principper, at en dansk administrativ myndighed har højere kompetence end det færøske parlament?”
Við hesum sæst, at Torbjørn roynir at mála eina mynd av danskarum, sum vilja taka Løgtingið av ræðið í Føroyum og leggja føroyingar undir støðutakanina hjá danska embætisverkinum. Men er hetta sannlíkt? Er tað skynsamt at halda, at viðurskiftini eru so køld millum Føroyar og Danmark? Heldur Torbjørn veruliga, at Danmark av øllum londum, ynskir at gera tað trupult hjá føroyingum at broyta hjúnabandslógina?
Nei, sjálvandi ikki. Tað er púra burturvið at halda, at danskarar hava ein inngrónan illvilja til allar sjálvstøðugar, føroyskar avgerðir. Líka mikið um ein er loysingar- ella sambandsfólk, so má ein viðurkenna, at Danmark og Føroyar hava samstarvað væl á nógvum økjum og hava vit loyvi til at umboða okkum sjálvi í fleiri altjóða felagsskapum[1], hetta hevði ikki verið møguligt, var tað soleiðis, sum Torbjørn sigur.
Nei, støðan er heldur tann, at uppskotið um broyting av hjúnabandslógini er eitt vána løgfrøðiligt handverk, sum krevur ábøtur. Lógir eru grundarlagið í einum rættarsamfelagi og eiga og mugu virðast. Hesar villur í lógaruppskotinum eru ikki nakað nýtt, men hava verið vístar á av eitt nú løgtingsskrivstovuni og løgtingslimum undir viðgerðini.
Henda falska fíggindagerð mótvegis danskarum setur spurningin: Hví er slíkur ótti fyri, at uppskotið fer aftur í Løgtingið? Hví er slíkur ótti fyri, at uppskotið fær tað viðgerð, tað tørvar, sambært løgfrøðini? Hesin ótti er eisini at síggja hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum, sum hevur gjørt greitt, at hon ikki vil hava uppskotið beint aftur í Løgtingið. Sigast kann ikki annað enn, at uppskotið um broyting av hjúnabandslógini er blivið ein politisk kastibløka, eitt leysingarbarn, sum ongin vil kennast við. Hesin óttin er ivaleyst bygdur á ta sannroynd, at samgongan óttast vantandi undirtøku, møguliga samgonguslit og so sjálvandi eisini byrðuna, sum er at halda orð, sum verður løgd á samgonguna:
Broytingin av hjúnabandslógini var ikki ein partur av samgonguskjalinum og varð henda orðing løgd afturat: “Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.”[2]
Men undir viðgerðini av broytingini av hjúnabandslógini, var hetta lyftið skjótt brotið og vórðu Heðin Mortensen og Kristin Michelsen hálaðir til síðis, fyri at trýsta teir til at atkvøða fyri málinum. Hetta endaði so við, at Heðin (sum var tungan á vágskálini) noyddist at atkvøða ímóti sínum egna uppskoti, um at senda málið til fólkaatkvøðu og, tá ið atkvøðast skuldi í 3. viðgerð, mátti Heðin rýma av landinum.
Fyri nøkrum árum síðani løgdu Høgni Hoydal og Gunvør Balle eitt uppskot fram um at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at ein minnilutaverja skuldi koma inn. Lovað varð at um Tjóðveldið (sum eisini fevnir um Torbjørn) slapp í samgongu og at 1/3 av tinglimunum vildu beina eitt mál til fólkaatkvøðu, so skuldu teir sleppa tað.[3]
Hetta lyftið bleiv eisini brotið av Tjóðveldinum, tá ið ongin teirra atkvøddi fyri at beina týdningarmikla málið til fólkaatkvøðu, sum lovað varð.
Hesar lygnir, sum hava verið spunnar fyri at tokkast veljarunum og samgongulimunum, er onki minnið enn ein háðan mótvegis fólkaræðinum og er als ikki í tráð við grundleggjandi demokratisk prinsipp.
Vanliga verður tað sæð sum ein dygd, at halda orð, men samgongan hevur gjørt tað til eina dygd í hesum málinum, at gera beint tað øvugta og tá ið hon so fær ein møguleika afturat at gera rætt, so skýggjar hon henda møguleika sum pestin… Er hetta tignin hjá Løgtinginum, eitt tað fyrsta fólkaræði í heiminum, at leggja so lítið í rættin hjá Føroya fólki at atkvøða?
1:http://www.government.fo/…/the-faroe-islands-in-the-intern…/
2:http://portal.fo/hjunabandslogin+ikki+vid+i+samgonguskjalin…
3:http://www.vp.fo/…/andstoedan-broytingarnar-skulu-ut-til-…/…
https://www.youtube.com/watch?v=tXgJ_5m7GeU
Vegna nevndina í Ungum fyri Miðflokkin




