Tá ið tiltakið ‘Roykfríur skúli’ var herfyri, varð funnið fram til nakrar roykfríar flokkar. Vit hava heilsa upp á ein teirra.
Allir flokkar frá 6. til 10. flokk bæði í Ósaskúlanum og Ziskatrøð vóru við til tiltakið, ið var sera væl eydnað. Har var funnið fram til roykfríarflokkar, ið vóru heiðraðir við skreytblaði. Ein av hesum flokkum var 7. a úr skúlanum á Ziskatrøð.
Í flokshølinum hjá 7.a stendur hetta skreytblað, sum prýðir hølið sera nógv, og sjálvandi er flokkurin sera errin av hesum heiðurinum. Skreytblaðið er undirskivað av borgarstjóranum, Steinbjørn O. Jacobsen og formanninum í heilsunevndini, Rana Nolsøe.
Eg plagi viðhvørt at tosa við tey um kostnaðin, og hvussu skaðiligt tað er, men annars verður onki serligt gjørt burturúr. Flokkurin er so ótrúliga klókur, – sigur ein errin flokslærari, Karstin Andersen.
Spurt var, um tey ætlaðu at halda fram við at hava flokkin roykfrían, tá vóru øll skjót at svara ja!
Hesir flokkar fingu skreytblað:
Ósaskúlin:
6.A 6.B
6.B 7.A




